Ársins leikarar í føroyskum borðtennis

Sum siður er á gallaveitsluni eftir Kontrast FM-finaludagin, vórðu tey, sum hava útmerkað seg í hesum kappingarárinum, útnevnd við ársins heiðrum.

Ársins leikari hjá kvinnum gjørdist Elsa Kathrina Gisladóttir, sum í ár einans 17 ára gomul vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti í meistaradeildini hjá kvinnum.

 

Elsa Kathrina hevur vant ógvuliga dúgliga í ár, og hon hevur luttikið í fleiri kappingum uttanlands - onkur teirra goldin úr egnum lumma.

 

- Hesin hugburður og vilji inspirerar okkum øll, og vit skulu eisini nevna, at hon, hóast unga aldurin, eisini hevur tikið ein stóran leiklut á seg sum venjari, og er høvuðsvenjari á gentuliðnum hjá Tór í Havn, ljóðaði tað eitt nú í grundgevingini.

 

Hjá monnunum var tað Ári Fríðason Jensen, somuleiðis úr Tór, ið varð kosin ársins leikari. Hann gjørdist ov stuttur á finaludegnum í gjár og tapti mansfinaluna, men hann hevur annars verið sannførandi í hesum kappingarárinum og gjørdist eitt nú Grand Prix-meistari.

 

Ársins ungi leikari gjørdist Dánial Jacobsen úr borðtennisfelagnum Tór, sum einans 12 ára gamal longu hevur gjørt vart við seg ímillum tey vaksnu. Í Grand Prix-kappingini hevur hann verið nógv í næstfremsta bólkinum, og í FM hjá vaksnum spældi hann seg í fjórðingsfinaluna.

 

Ársins herðaklapp fekk Maiken Frederiksdóttir, sum hevur verið ein hollur stuðul og umráðandi hjálparfólk í TBF og í føroyskum borðtennis.

 

Yvirlit - ársins í føroyskum borðtennis 2026:

 

Ársins leikari, kvinnur: Elsa Kathrina Gisladóttir

Ársins leikari, menn: Ári Fríðason Jensen

Ársins ungi leikari: Dánial Jacobsen

Ársins herðaklapp: Maiken Frederiksdóttir