Ársins spælari heldur fram í bláum

Árni Frederiksberg fer í hvussu so er fram til 2024 at spæla við KÍ

mynd: ki.fo

Tað eru góð tíðindi fyri stóru bláu leguna, sum KÍ á heimasíðu síni borðreiðir við í kvøld.

 

Árni Frederiksberg hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við KÍ. Nýggi sáttmálin ber við sær, at Árni fer at umboða KÍ í hvussu so er fram til og við 2024.

 

29 ára gamli Árni Frederiksberg flutti síðsta heyst úr B36, har hann hevði verið í tvey ár, til Klaksvíkar. Undan tveimum báðum árunum í B36 hevði hann bara umboðað barndómsfelagið NSÍ. Sambært faroesoccer.com hevur Árni síðani 2010 spælt 281 dystir í bestu deildini.

 

Hóast hann nógvu tey seinastu árini hevur verið millum teir fremstu og í ár er besta boð at verða ársins spælari, so hevur hann ikki enn verið við til at vinna FM. Tað fer hann við KÍ nú sunnudagin og í seinasta lagi mitt í oktober.

 

mynd: ki.fo