Tað var ikki fyrr enn fimm minuttir fyri tíð, at tað eydnaðist Mikel Arteta og Arsenal at fáa hol á móti Queens Park Ragers á heimavølli.
Arsenal hevur havt tað trupult síðani landsliðsstegðin og hevur tapt fyri bæði Norwich og Schalke. Í dag gekk betri móti botnliðnum í Premier League, men tað stóð nógv á.
Arsenal hevði fleiri góðar royndir á málið hjá Julio Cesar, men hvørja ferð bjargaði brasiliumaðurin í málinum hjá QPR. Tíggju minuttir tíð fekk Stephane MBia reytt kort og fimm minuttir seinni megnaði Mikel Arteta at skumpa bóltin um málstrikuna til 1-0 til Arsenal.
Arsenal klatrar fyribils upp á eitt fjórða pláss við sigrinum, men fleiri feløg kunnu yvirhála teir tá vikuskiftið er komið at enda.
Premier League í dag:
Aston Villa Norwich 1-1
Arsenal QPR 1-0
Reading Fulham 3-3
Stoke Sunderland 0-0
Wigan West Ham 2-1
Manchester City Swansea 17:30