Arteta østi Klopp og Liverpool til sigurs

Premier League: Liverpool vann í kvøld 4-0 á Arsenal og kundi vunnið tað tvífalda

Seinasti dysturin í Premier League í dag var á Anfield, har Liverpool vann 4-0 sigur á Arsenal. Sadio Mané, Mohamed Salah, Diogo Jota og Takumi Minamino skoraðu málini.

 

Mest umtalaða støðan í dystinum var tá venjarin hjá Arsenal, Mikel Arteta, østi seg inn á venjaran hjá Liverpool, Jurgen Klopp, eftir eitt fríspark. Tá var støðan 0-0 og lagið var einki serligt á Anfield. Men við samanstoytinum á venjarabonkinum kom lív í.

 

Liverpool setti ferðina upp og Sadio Mané legði fyri, við at stúta eitt frísparksinnlegg í mál. Í seinna hálvleiki økti fyrst Diogo Jota, eftir feilavlerering frá gestunum. Síðani økti Mohamed Salah eftir eitt framúr skjótálop, sum endaði við at Sadio Mané legði bóltin innfyri til Mohamed Salah.

 

Innskiftið Takumi Minamino setti punktum, tá Trent Alexander-Arnold eftir fríspæling frá Mohamed Salah kundi spæla japanska landsliðsspælaran púra leysan. Aftur var talan um gott skjótálop.

 

Arsenal hálaði nú í hondbremsuna og steðgaði bløðingini. Um tað ikki var fyri málverjan hjá Arsenal, Aaron Ramsdale, so kundi sigurin hjá Liverpool verið enn størri.

 

1Chelsea1292130:429
2Liverpool1274135:1125
3Man City1172222:623
4West Ham1272323:1423
5Arsenal1262413:1720
6Wolves1261512:1219
7Man Utd1252520:2117
8Brighton1245312:1417
9Crystal Palace1237218:1716
10Tottenham115159:1616
11Everton1143416:1615
12Leicester1243516:2115
13Southampton1235411:1414
14Brentford1234516:1713
15Aston Villa1241716:2013
16Watford1241716:2013
17Leeds1125411:1811
18Burnley1216514:209
19Norwich City122287:278
20Newcastle1206615:276