Articon fer at byggja 14 summarhús á Sandi

- Ætlanin hjá byggifelagnum er at fara í gongd, nú summarið stundar til, men treytin er, at byggisamtyktin verður góðkend, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.

Gongst, sum ætlað, fer byggifelagið Articon at byggja 14 summarhús á Sandi í næstum. Tað var fyri jól síðsta ár, at Sands kommuna seldi Articon eitt lendi Handan Hamralið, sum er millum 7.000 og 8.000 fermetrar stórt.

 

Í byggisamtyktini fyri Sands kommunu var økið fyri nøkrum árum síðan lagt út til summarhúsøki, og tá var talan um 12 grundøki.

 

Men, áhugin at byggja summarhús var vísti seg at vera ógvuliga lítil, og tá Articon bjóðaði sær at keypa grundøkini og matrikulera tey av nýggjum, gjørdi kommunan av at selja.

 

Upp í hesa søguna hoyrir eisini, at partur av leiðsluni í Articon - Jón Sigurðsson og Niclas Joensen - báðir hava sínar røtur á Sandi.

 

Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at nú bygdaráðið hevur samtykt eina serstaka byggisamtykt fyri økið, sum selt er Articon, liggur málið til góðkenningar hjá byggi-og býarskipanarnevndini undir Fiskimálaráðnum.

 

- Ætlanin hjá byggifelagnum er at fara í gongd, nú summarið stundar til, men treytin er, at byggisamtyktin verður góðkend, soleiðis at loyvini frá landinum fyriliggja.

 

Borgarstjórin vónar, at málið skjótt verður avgreitt í Fiskimálaráðnum og vísir á, at summarhúsøkið longu í 2010 varð góðkent av táverandi Innlendismálaráðnum.

 

- Nú skal so økið góðkennast frá at vera partur av einari generellari byggisamtykt fyri hetta økið til eina byggisamtykt eftir leistinum hjá Articon.

 

Brandur Sandoy sigur, at samlaða verkætlanin hjá Articon á Sandi helst fer at kosta einar 15 miljónir krónur og soleiðis, sum hann hevur skilt, fara summarhúsini at kosta millum 900.000 og 1,1 miljón krónur.

 

- Tað verður Articon, sum byggir húsini, og tað verður eisini byggifyritøkan, sum kemur at selja tey, sigur borgarstjórin.

 

Sands kommuna seldi Articon summarhúsøkið fyri 600.000 krónur.

 

Brandur Sandoy sigur seg hava skilt, at síðan Articon keypti summarhúsøkið, er líkt til, at áhugi er at ogna sær summarhús á Sandi.

 

- Tá vit bjóðaðu økið út, var ein trupulleiki ivaleyst, at hetta kanska ikki sá so innbjóðandi út. Fólk, sum kanska kundu hugsað sær summarhús, vistu ikki, um nakar annar fór at taka av, og kommunan hevði heldur ikki ta fíggjarligu slagkraft sum skuldi til fyri veruliga at seta hesa verkætlan á kjøl, sigur borgarstjórin.