Articon hevur havt enn ein lærlingadag

- Dagurin eydnaðist sera væl í góðveðrinum í Vestmanna í dag, siga tey hjá Articon.

Í dag skipaði Articon fyri árliga lærlingadegnum hjá lærlingunum og teirra arbeiðsleiðarum.

 

Hesaferð varð farið til Vestmanna. Byrjað varð við at ganga niðan í Gjónna, har Gunndur Fossdal tók ímotí liðnum.

 

Síðan varð vitjað á fleiri verkætlanum hjá Articon, har Bárður R. Johannesen, byggileiðari, kunnaði um arbeiðið.

 

Dagurin endaði við, at Gunndur Fossdal grillaði, og onkur kapping um trygd og trivnað var á skrá.

 

Lærlingadagurin hevur verið eitt afturvendandi tiltak hjá Articon í nøkur ár.

 

- Dagurin eydnaðist sera væl í góðveðrinum í Vestmanna í dag, siga tey hjá Articon.

 

##med2##