Mangan hava dystirnir ímillum HB og KÍ verið tættir, og sunnudagin verður valla nakað undantak. Bæði liðini hava nakað at prógva.
Við tveimum greiðum tapum á rað er KÍ fyribils sett av í avgjørda oddanum, men teir halda framvegis fast og við einum sigri ímóti HB sunnudagin kunnu teir aftur av álvara gera seg galdandi. Tað er ikki bara eftir úrslitunum at døma, at KÍ er í einari truplari løtu, men serliga spælið hevur verið ivasamt og ber ikki beinleiðis boð um, at KÍ alt fyri eitt skal venda gongdini. Nógv má bøtast, men í einari arvauppgerð ímóti HB verður øll megi sett inn og alt kann henda.
HB er í vanda fyri at missa samband við oddaliðini, um teir ikki fáa ein sigur í Klaksvík. Hinvegin kunnu teir taka av møguleikanum, nú teir møta einum av fremstu liðunum. Vinna teir, so hála teir beinleiðis inn á KÍ og aftur gera seg galdandi í stríðnum – í øllum førum fyri fyrst – heiðursmerkini.