Tíðindaskriv – Kórsamband Føroya:
Kórsamband Føroya hevur í nógv ár skipað fyri stóra ólavsøkukórinum, sum framførir á tinghúsvøllinum ólavsøkudag eftir gudstænastuna í Havnar kirkju. Allir kórsangarar eru vælkomnir at syngja í kórinum, sum fer at hava fýra venjingar í seinnu helvt av julimánaði.
Siður er, at skiftandi kórleiðarar stjórna kórinum. Í ár verður tað Ásbjørn Berthelsen av Strondum, sum fer at stjórna. Ásbjørn er virkin kórleiðari og hevur til dagligt heili trý kór um hendi; Xperiment, kvinnukórið Fljóðljóð og Stranda sangkór. Hetta er fyrstu ferð, at Ásbjørn stjórnar stóra kórinum á ólavsøku.
Aðalendamálið hjá Kórsambandi Føroya er at fremja og menna føroyskan kórsang, og høvuðstiltøkini á hvørjum ári eru at samskipa stóru kórstevnuna um várið og Ólavsøkukórið, ið framførir á tinghúsvøllinum ólavsøkumorgun. Í heyst verður skipað fyri skeiði fyri kórleiðarar har Tóra Vestergaard fer at undirvísa.
Av tí at nógvar útreiðslur eru av at fyriskipa hesi tiltøk, og at játtanin á fíggjarlógini í mong ár hevur staðið í stað, hevur nevndin gjørt av at seta luttøkugjald á kr. 100 fyri hvønn sangara í ólavsøkukórinum. Luttøkugjaldið skal gjaldast á www.atgongumerki.fo.
Yvirlit yvir venjingar hjá ólavsøkukórinum. Sungið verður í Læraraskúlahøllini:
Mik. 15. juli kl. 18.00
Sun. 19. juli kl. 15.00
Hós. 23. juli kl. 18.00
Sun. 26. juli kl. 15.00
Meira kunning um venjingar og møguligar broytingar verður annars at síggja á Facebook-bólkinum “Kórtíðindi” og www.kor.fo
Vinarliga
Kórsamband Føroya










