Heilsutrygd hevur sett Áslu J. Høghamar í starv sum kommunulækna í Eysturoyar læknadømi.
Ásla J. Høghamar nam sær embætisprógv í læknafrøði í juni 2014 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í august 2023.
- Ásla J. Høghamar tekur við starvinum í viðtalu 3 í Runavík í desember 2023, vita tey í Runavíkar kommunu at siga í dag.