Tað er einki, sum bendir á, at sýriski forsetin, Bashar al-Assad, ætlar sær frá, hóast altjóða samfelagið hevur kravt tað fleiri ferðir. Tvørturímóti ætlar hann sær at stilla uppaftur á forsetavalinum, sum verður næsta ár.
Tað segði sýriski uttanríkisráðharrin, Walid Muallem, í dag á tíðindafundi, sum bleiv hildin í sambandi við, at iranski uttanríkisráðharrin, Ali Akbar Salehi, er á almennari vitjan í Damaskus.
Salehi segði á tíðindafundinum, at Assad hevur ikki annað í at velja enn at halda fram við bardaganum ímóti teimum, sum vilja hava hann og stjórnina frá.
ST metir, at næstan 70.000 fólk hava latið lív í borgarakrígnum í Sýrialandi.