Astrid føroyameistari fyri fyrstu ferð

 

Cecil Weihe og Astrid Joensen blivu føroyameistarar í hálvmaraton, skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar.

 

Í gjár var FM í hálvum maraton hildið í Klaksvík í sambandi við stóra tiltakið NS-hálvmaraton, sum Treysti skipar fyri. Eisini var stuðulsrenning fyri Sclerosufelagnum, har allur peningur frá teimum, sum runnu styttra teinin – 5 km – fór óskerdur til Sclerosufelagið. Undan startinum var eisini barnarenning. Tiltakið var sera væleydnað, og tilsamans vóru um 200 rennarar møttir upp.

 

Veðrið sá einki serligt út. Nógv regn allan fyrrapartin, men tað tornaði nakað eftir startin klokkan 14.00. Vindurin var ikki hin nógvi, og tá tað samstundis var hampuliga lýtt, gjørdist renniveðrið bara av tí heilt fræga, tá saman um kom.

 

Fýra umfør á góðar fimm kilometrar skuldu rennast. Eftir fyrsta fjórðing fylgdust fýra menn. Men beint eftir, so sleit Cecil Weihe seg leysan. Hinir tríggir, Hjalmar Sjóvará, Regin Thomsen og Lau Jensen, fylgdust líka til 16 km, tá Hjalmar mátti sleppa. Áðrenn seinast túrin út á Bumshamar byrjaði eisini at loysna millum Regin og Lau.

 

Cecil økti allan vegin. Ferðin var so jøvn, at sjálvt ikki fínasta klokkuverkið kundi síggja mun á einum kilometri frá einum øðrum. Á málinum var Cecil smáar tríggjar minuttir undan nærmasta kappingarneytanum, og vann FM í hálvum maraton fyri triðju ferð. Regin Thomsen fekk eitt gott persónligt met og tryggjaði sær silvur góð tjúgu sekund undan Lau Jensen á bronsuplássinum.

 

Hjá kvinnunum var svenska Sarah Vallin langt fremst, men hon kann ikki vinna FM. Aftanfyri hana kom fyrst Astrid Joensen og síðani Lydia Jacobsen. Báðar runnu tær sera javnt og væl, og teirra plaseringar blivu ongantíð hóttar. Hetta var fyrstu ferð, at Astrid vann eitt FM-heiti í renning. Svanna Lútzen úr Treysti vann bronsuna.

 

Hesi blivu úrslitini:

 

FM opin bólkur menn

1. Cecil Weihe, Bragdið 1.21.53

2. Regin Thomsen, Roysnið 1.24.21

3. Lau Jensen, Roysnið 1.24.47

 

FM opin bólkur kvinnur

1. Astrid Joensen, Roysnið 1.37.09

2. Lydia Jacobsen, Roysnið 1.39.33

3. Svanna Lútzen, Treysti 1.51.07

 

FM veteranar, menn

1. Cecil Weihe, Bragdið 1.21.53

2. Lau Jensen, Roysnið 1.24.47

3. Hjalmar Sjóvará, Bragdið 1.25.48

 

FM veteranar, kvinnur

1. Astrid Joensen, Roysnið 1.37.09

2. Mona Rasmussen, Treysti 1.51.46

3. Beinta Hilduberg, Bragdið 1.56.42

 

FM superveteranar, menn

1. Borgar Biskopstø, Treysti 1.37.05

2. Hjalti Gunnarstein, Bragdið 1.39.28

3. Kári Simonsen, Bragdið 1.43.06

 

FM ultraveteranar, menn

1. Jóannes Ortind, Bragdið 1.47.36

2. Robert Vilhelmsen, Bragdið 1.59.43

 

Øll úrslitini eru at síggja á heimasíðuni fif.fo.