Mikudagin 3. februar var íløguspælið hjá Føroya Banka av, og tá avtornaði, vann Astrid Pedersen úr Vejle høvuðsvinningin - ein Toyota Aygo frá Reyni Service. Á øðrum plássi endaði Kári Vitalis, sum fær íløguprógv á 15.000 krínur frá Føroya Banka, og triðja pláss fekk Marius Fríðálvur Joensen, sum fær íløguprógv á 10.000 krónur.
Astrid Kougios Pedersen var ein av donsku spælarunum í Føroya Banka-puljuni í íløgupælinum hjá Børsen. Leingi stóð á jøvnum millum fleiri spælarar, og føroyskir spælarar skiftust um at vera á odda.
Men í evstu løtu gjørdi Astrid tvær sera góðar íløgur, og tær tryggjaðu henni sigurin.
- Dagin fyri kappingarlok keypti eg partabrøv í fyritøkuni Topotarget, sum hækkaðu 45 prosent. Sama dag, sum spælið endaði, las eg í Børsen, at partabrævið hjá Neurosearch kundi hækka nógv, og eg keypti. Partabrævið hækkaði heili 100 prosent, og eg seldi fyri at varðveita oddasessin, sigur Astrid Kougios Pedersen.
Tilsamans vann hon 110.000 kr. í tíðarskeiðnum, sum íløguspælið vardi. Hon byrjaði við 250.000 kr. og endaði við 360.000 kr.
- Endmálið við íløguspælinum var at geva íleggjarum møguleikan at gera íløgur í einum tryggum umhvørvi uttan veruligan váða, sigur Johnny í Grótinum, íløguleiðari í Føroya Banka.
Hóast Føroya Banki bara lýsti við íløguspælinuum í Føroyum, vístu spælarar úr øðrum londum Føroya Banka-puljuni ans. Hetta komst ikki minst av, at puljan varð umrødd í Børsen.
Endaliga úrslitið í íløguspælinum gjørdist hetta:
1. Astrid Kougios Pedersen, Vejle, 359.974 kr. 44 prosent.
2. Kári Vitalis, Klaksvík, 351.149 kr. 40,5 prosent.
3. Marius Fríðálvur Joensen, Norðskáli, 341.596 kr. 36,6 prosent.