Tungmálsbólkurin Asyllex hevur nú givið nýtt tilfar út.
Fløgan er innspæld hjá Tróndur Enni á Tvøroyri og heimanífrá. Arvid Tjelta, sum ljóðblandaði síðstu fløgu, hevur hjálpt til við upptøkum hesaferð, sum hann somuleiðis hevur ljóðblandað.
Fløgan var upptikin í 2019, og verður útgivin í dag 18. september.
– Fløgan hevur eitt bland av fleiri sub-genrum í metalli - eitt nú symphoniskt, thrash og doom, sigur bólkurin.
– Tá løgini vórðu bleiv skrivað, mátti tað ikki vera reglar fyri, hvussu tónleikurin skuldi ljóða, men heldur geva lurtarinum eitt varierandi upplivilsið, men tó hava eina væl samansetta fløgu við tankavekjandi tekstum og samansettum tónleiki, sigur Asyllex.
Ephemeros, sum beinleiðis umsett til enskt merkir ”short-lived”, lýsir tekst innihaldið um lívið og deyða ígjøgnum ymiskar persónar og lagnur. Tónleikaliga vildi mann hava lurtaran ígjøgnum lívið til ultimativan endan.
Til symphonisku arrangemengini fekk bólkurin Clemens Wijers úr kenda metal bólkinum Carach Angren komponera og insnspæla.
Til fløguhúsan fekk bólkurin viðurkenda Marcelo Vasco úr Brasil, sum millum hevur arbeitt við heimskenda bólkinum Slayer, til at endurskapa tekstin og konseptið á fløgunai.
Hoyr lagið Between Life and Death her:
##med2##