Kim Simonsen
Í Onglandi elska tey Jane Austinsa dramatisku søgur um ungar kvinnur, sum skulu forlovast móti teirra vilja, og hvussu hesar somu kvinnur vilja hava onkran annan, sum ikki er nóg ríkur. Hetta er uppskriftin til stættarintrigiuna sum søgugongd gjøgnum 1000 ár.
Tað er, sum um tað at vera bretskur, er tað sama sum at kenna sína Jane Austin. Vit kenna hesar nógvu filmatiseringarnar av Austenbókum, so sum røðin hjá BBC Pride & Prejudice frá 1995.
Peningur, tryggleiki ella kærleiki?
Altíð er tað gamla søgan um pening og kærleika, um at fylgja sínum hjarta ella fornuft.
Í 1795 var tað ikki soleiðis at koma frá ensku yvirstættini. Giftarmál var um pening og status, og eingin helt tað vera løgið, men Jane vil giftast av kærleika.
Foreldrini finna henni eitt gott ”partí”, so hon kann verða ”væl” gift, men hon vil hava Tom, sum er vakur, klókur og ja, sjálvandi fátækur sum gamla kirkirottan. Hann kann siga henni frá um bókmentir, og alt sum hon ikki veit, ja hon gerst meiri og meiri góð við hann, jú, meiri hann provokerar hana.
Hetta er gamla søgan um Tristan og Isolde, um Romeo og Juliet og um Noru frá Dukkuheim seinni hjá Ibsen. Søgan um leiklutin hjá kvinnum, sum vit síggja hann enn í triða heiminum, har ættin heldur seg eiga kvinnuna og vil gifta hana burtur.
Ættin hjá Jane vil ikki vita av, at hon skal giftast við einum, sum enn ikki er ríkur ella aðalborðin. Tora tey at gera seg leys av tíðarinnar stættarskipan?
Becoming Jane Austen
Øll tey, sum elskaðu Fornuft og følelse, Emma og ikki minst Stolthed og fordom, fara at taka Becoming Jane til teirra hjarta.
Hesin ummælarin er ikki nóg konservativur ella anglofilur til at rádyrka Austen, kanska eri eg av skeivum kyni eisini, men eg má siga meg undirhildnan væl gjøgnum allan filmin.
4 stjørnur av 6
Becoming Jane
Leikandi:
Anne Hathaway Jane Austen
James McAvoy Tom Lefroy
Julie Walters Mrs. Austen
Leikstjóri er Julian Jarrold. Framførdur í Havnar Bio frá fríggjadegnum 6. juli