At lyfta í felag er fevnandi og menniskjasligt

Í ár er tað Maria Jørðdal Niclasen, prestur í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík, ið prædikar á ólavsøku.

 

Hesa uppgávuna hevur hon verið spent uppá.

 

- Eg havi verið sera spent, og nú verður tað endiliga mín túrur. Eg havi talt niður, og roknað út nær tað verður longu frá degnum eg bleiv sett í starv, sigur Maria Jørðdal Niclasen brosandi, tá vit hitta hana í umhvørvinum í Vágsbotni, millum Miðlahúsið, kendu trappuna í Vágsbotni og dómkirkjuna.

 

Tað er komið fyri, at prestar, ið prædika á ólavsøku, nýta høvið at siga sína meining og kanska koma inn á evni, ið ikki øll er so samd um. Men presturin í Kvívík heldur, at ólavsøkan mest av øllum er savnandi.

 

- Ólavsøkan minnir okkum á alt tað, ið vit eru felags um. Ólavsøkan er savnandi, sigur Maria jørðdal Niclasen.

 

- Hetta merkir tó ikki, at ein ikki kann koma inn á ymisk evni, uttan at hetta til dømis gerst partapolitiskt. Og hvat er politikkur? Politikkur er ikki statiskur. Til dømis ber til at tosa um umhvørvismál, og teologiin kann hava eitt boð uppá hetta, sigur Maria Jørðdal Niclasen.

 

Júst hvat Maria fer at siga í síni ólavsøkuprædiku kemur hon ikki inn á í smálutum, men hon hevur gjørt sær sínar hugsanir.

 

Í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum er komið í hvørt hús, ber til at lesa alla samrøðuna við Mariu Jørðdal Niclasen.