At missa eitt barn er at missa av sær sjálvum

- Tá vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum og ein part av okkara samleika og framtíð.

Minningarhald fyri børn, ið farin eru, verður sunnudagin 2. november klokkan 16 í Hoyvíkar kirkju. Tað verður Marjun í Kálvalíð, prestur, sum fer at prædika, og systrarnar, Anna Sofía og Rakul, fara at luttaka við sangi.

 

Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Tað sigur Felagið Pinkubarnadeyði í kvøld.

 

Seinastu árini hevur verið vanligt - fyrsta sunnudag í november - at skipa fyri minningarhaldi fyri børn, sum eru farin.

 

Felagið Pinkubarnadeyði tók stig til slíkt minningarhald á fyrsta sinni í november í 1997, og undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt - líkamikið nær og í hvørjum sambandi, barnið er mist.

 

Tá vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annaðhvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina - ella vit hava livað saman við teimum.

 

Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond millum fortíð og framtíð, sigur Felagið Pinkubarnadeyði og vísir á, at minningarhaldið verður sum ein vanliga gudstænasta.

 

Lagt verður aftrat, at møguleiki verður hjá teimum, sum hava hug til tess, at tendra eitt ljós fyri tí barni, ið farið er, og vit minnast tey í kvirru, sigur felagið.