Tað er løtur sum hesa, vit lærarar merkja, hvussu krevjandi og stuttligt tað í grundini er at vera lærari á Føroya Læraraskúla.
Seinastu trý árini, og eitt hálvt afturat, hava tit knossast saman við okkum, og sum tíðin er liðin, hava vit meira og meira sæð tykkum knossast, einsamøll og saman í bólkum, til tess at fáa greiðu á øllum teimum torføru spurningum, sum ábyrgdarfult pedagogiskt arbeiði krevur.
Samstundis hava tit lagt tykkum eftir, at læra tykkum dygdir, bæði handaligar og andaligar, sum geva tykkum førleika at inna verkið, og at vaksa og mennast við tí.
Tit hava lært, at soleiðis sum vit velja at síggja menniskjað, soleiðis fara vit eisini við tí.
Tit vita, at vit vænta av tykkum, at tit nýta tykkara vit og skil at menna arbeiðið við børnum og teimum menningartarnaðu her á landi, so allir føroyingar av sonnum kunnu merkja, at vit liva í einum mentaðum landi, har virðingin fyri tí einstaka borgaranum, líka mikið hvussu hann ella hon eru útborin, ger okkara samfelag til eitt samfelag, sum er gott, og sum er vert at liva í.
Tit vita, at tit eru umboð og verndarar teirra, sum veikast eru í samfelagnum, og tí umboð og verndarar teirra, sum hava ringast við at verða hoyrd, tá ið menn við valdi vísa sína styrki og býta út samfelagságóðan.
Tit vita, at tað eru tit, saman við teimum, sum frammanundan tykkum hava valt at búgva seg út til somu yrkisleið sum tit, ið skulu berjast fyri sømuligum korum og arbeiðslíkindum hjá tykkara týdningarmiklu og ósjálvsøknu stætt.
Tit vita, at tit fara at fáa mangt nosið frá teimum, sum ikki eru komin longur enn til tær einføldu pedagogisku loysnirnar, og tí ikki vita, hvussu innantóm rópini hjá teimum eru.
Tit vita eisini, at tey, sum varða av børnunum, teimum menningartarnaðu og øðrum, ið verða litin upp í tykkara hendur, og mong afturat teimum, virða tykkum og hámeta tykkum fyri væl gjørt verk.
Tað er frá tykkara væl gjørda verki, at tignin má koma.
Tit vita, at stór ábyrgd liggur á tykkum, og at vit, sum hava hjálpt tykkum at búgva tykkum út, vænta, at tit fara at liva upp til vónirnar og ábyrgdina, ið verki at fremja eitt tað truplasta og nyttugasta arbeiði, sum til er.
Tey flestu munnu kenna Jante-lógina hjá Sandemose, og hvat hon stendur fyri.
Burtur úr henni, kunnu vit eisini lesa hennara lívgandi mótsetning.
1.Tú skalt vita, at vit rokna við tær.
2.Tú skalt vita, at vit vita, at nakað virðismikið og gott er í tær, sum onnur hava brúk fyri.
3.Gloym ikki, at í minsta lagi 4-5 fólk ? tey næstu ? eru tætt bundin at tær.
4.Tú skalt vita, at tú hevur menniskjaligar eginleikar, sum vit fegnast um.
5.Tú skalt vita, at vit onnur eisini vita, hvat tað er, at kenna seg uttan týdning, virðisleysan, einsamallan og miseydnaðan.
6.Tú skalt vita, at vit hava nakað í felag.
7.Tú skalt vita, at vit vilja gera nógv fyri teg.
8.Tú skalt sanna, at egna lív títt og menningin av samfelagnum eru bundin at tínum parti.
9.Vit ? tú og eg ? kunnu loysa nógvar trupulleikar saman.
Her er sjálvt grundarlagið undir fólkaræðinum.
Her er frælsið til hvønn kvennmann og kallmann, sum setir menniskjana í sær sjálvum nóg høgt til eisini at geva pláss fyri grannanum.
Her er grundarlagið ljóst undir tykkara starvi. Frælsi við ábyrgd.
Tit hava vónandi lært, at frælsi hjá tí einstaka ikki er nakar sjálvsagdur rættur, men ein skylda, sum mennist í frælsi, og fánar í fjøtrum.
Spanski heimspekingurin, Fernando Savater, hevur skrivað tvær bøkur um etikk og politikk. Tær eru skrivaðar við hjartablóði til hálvvaksa sonin Amador, og eru um tað frælsi, sum vit øll menniskju hava sum møguleika, tá ið vit vilja taka á okkum tað strevið, sum frælsið krevur av okkum:
Í bókini »Politica para Amador«, sigur hann millum annað:
»Tess meira forboð vit seta í royndini at jarðleggja freistingarnar, meira freistandi verða tær. Høvdu onnur ikki víst okkum ta meinsku fruktina, høvdu vit vanliga als ikki varnast, hvussu lokkandi hon er. Og er fruktin ikki bara forboðin, men sera, sera strangliga bannað, kanst tú siga tær sjálvum, hvussu lokkandi hon tá verður.
Vit hava jú øll okkara veikleikar, alt eftir egnum sinnalag og hugflogi, og mangan verður tað so, at vit vilja banna øllum øðrum tað, sum vit ikki sjálv orka at standa ímóti?«
Hann lýsir hetta við einum glógvandi dømi, sum hann hevur loftað úr útvarpinum:
»Ein kona greiðir breggjandi frá, at hon er spælinarkomanur. Ja, hon er so púra burturi í spæli, at hon fekk als ikki hildið seg burtur frá spæliautomatum. Hon greiddi frá, hvønn gandamátt automatirnar á vínstovum høvdu á hana. Hon lýsti ørandi dráttin og spenningin eftir at royna, um hon nú man fara at fáa tann stóra vinningin.
Hon hevði spælt allan peningin burtur, mátti taka lán, ja, hon var fús at gera hvat tað skuldi vera, bara hon slapp at spæla. Og hon endaði samrøðuna, sum ein kundi væntað, við forargað at siga: »Hasar ræðuligu maskinurnar áttu at verið avsagdar«.
Útvarpsmaðurin, sum ikki tóktist at vera serliga væl at sær komin, tók undir við henni í staðin fyri bart út at siga við hana: »Góða kona, tygum áttu als ikki at spælt«.
Automatirnar skapaðu hennara trupulleikar, ikki hennara egna ábyrgdarloysi.
Eina aðra staðni nevnir Savater Manuel Azana, sum var forseti í Spania í stjórnini, sum varð rikin frá, tá ið Franco gjørdi sítt hernað-arkvett. Azana varð spurdur, um hann veruliga helt, at frælsi gjørdi menniskju lukkuligari. Hann svaraði: »Tíverri má eg siga, at tað veit eg ikki, men eg eri harafturímóti sannførdur í tí, at frælsi ger okkum til menniskju«.
Soleiðis, mínir góðu pedagogar, havi eg valt at fylgja tykkum út av Læraraskúlanum. Eg ynski tykkum hjartaliga til lukku við próvnum og tæri at standa sinn í verki.
Eitt orð skulu tit fáa afturat. Eg taki tað uppaftur eftir Vaclav Havel, stríðsskaldið, sum nú er forseti í Kjekkia. Hann sigur:
»Størsti fíggindin í okkara
tíð
er okkara egna neyðarslig-
heit,
Líkasælan fyri felags søk,
fáfongdin, hugmóðin,
dramblætið,
sjálvshevjanin og klandrið,
runnið
av egnum áhugamálum.
Tað stríðið er júst nú
byrjað«.
Tað er í bardaganum móti hesi neyðarsligheit, tykkara størsta avbjóðing liggur.
Pauli Nielsen