Kim Simonsen
Chris (Nicolas Cage) eisini nevndur ”Frank Cadillac” Johnson dugir at síggja inní framtíðina. Hetta er søgan í stuttum í filminum ”Next”. Hesi evnini brúkar hann í Las Vegas sum gandakallur og hann kann spæla blackjack, tá honum vantar pening.
Torført er at liva væl og goymdur við slíkum evnum leingi. Skjótt eru øll eftir Chris, sum roynir at striðast móti FBI, sum vilja hava hann at spáa um yvirgangur fer at henda. Serliga er tað FBI-agenturin Callie Ferris (Julianne Moore), sum vit júst sóu í filminum Children of Men herfyri.
Tá Chris gerrst forelskaður í kvinnuni Liz, fer hann at síggja nógv longur inní framtíðina. Skjótt er alt eitt stórt rok, og Cris má velja hvørja tíð hann vil liva við og í, millum yvirgang og kærleikan
Next er skrivaður og framleiddur av teimum sum gjørdu Minority Report í 2002. Báðir byggja á eina stuttsøgu eftir høvundan Philip K. Dick.
Nicolas Cage hava vit bæði sæð í óføra Lord of War, ið er ein hin besti og stuttligasti filmurin, ið leingi er útgivin. Sum DVD-útgáva er Lord of War genialur. Hann er eisini við í World Trade Center (2007) og í syndaliga vánaliga Ghost Rider.
Next er gjørdur av óføra Lee Tamahori, sum gjørdi rørandi filmin Once Were Warriors (1993), men seinni hevur hann gjørt hálvvánaligar filmar sum t.d. Die Another Day (2002) og xXx: State of the Union (2005).
Bæði Cage og Moore leika væl og eru ófør, men tað er sum um hesin filmurin er ov nógv ein av hesum kryptisku søgunum, eitt sindur sci/fi, eitt sindur spenningsfilmur og kærleiksfilmur, men samanumtikið so er hann ov lítið samanhangandi.
3 stjørnur av 6
Leikandi:
Cris JohnsonNicolas Cage
Callie FerrisJulianne Moore
Liz CooperJessica Biel
IrvPeter Falk
Leikstjóri Lee Tamahori. Frumfamførdur í Havnar Bio 27. apríl.