At savna ella at miðsavna

Vegna Føroya Kommunufelag
Rósa Samuelsen
Formaður
Aftursvar til formann og næst­formann í Kommu­nu­sam­skipan Føroya
Føroya Kommunufelag hev­ur higartil ikki viljað gjørt viðmerkingar til skriv­ing­­ina í bløðunum um Barna­­verndarstovu Føroya. Felagið vil á ongan hátt leggja forðingar í vegin fyri, at Barnaverndarstova Føroya fær best møguligar um­­støður at virka undir, og kommunfeløgini hava í felag longu sett 2 starvsfólk, leið­ara og ráðgeva, sum Føroya Kommunufelag treytaleyst fer at stuðla í teirra arbeiði.
Nú hava bæði formaðurin og næstformaðurin í Kom­mun­u­­samskipan Føroya (KSF) valt at fara í bløðini, og tískil kennir felagið seg noytt til at koma við nøkrum viðmerkingum.
Sannleikin
Rodmundur Nielsen leggur í lesarabrævi 3. november Før­oya Kommunufelag und­ir, at koma við hálvum sann­leikum og pástandum um hvat KSF meinar um barna­verndarøkið. Hetta er ikki rætt, tí Føroya KommÊunufelag hevur bert stað­fest at KSF tvíhelt um, at Barnaverndarstovan skal liggj­a í Tórshavn, ímeðan Føroya Kommunufelag metti, at kommunurnar, við stovnanini av Barna­vernd­arstovuni, høvdu ein søgu­ligan møguleika fyri at leggja stovnar út um høvuðs­staðin.
Føroya Kommunufelag vildi ikki vera orsøkin til, at Barnaverndarstovan ikki fekk best møguligu byrj­an, og tí gekk Føroya Komm­un­u­felag - í øllum førum í fyrstu atløgu  undir ó­frá­viki­liga kravið frá KSF um at Barnaverndarstovan skuldi vera í Tórshavn. Hvussu ófrávíkiligt kravið frá KSF í veruleikanum er, staðfestir borgarstjórin í Tórshavn í viðtalu við Sosi­alin mikudagin 2. nov­em­ber.  Samstarvið um Barna­verndarstovu Føroya skal fyrr slitna, heldur enn at hon (Barnaverndarstovan) verður flutt út á bygd.
So hetta er allur sannleikin, og ikki bert pástandir ella hálvir sannleikar.
Barnaverndarøkið og miðsavnan
Barna­verndarøkið er lagt út til kommunurnar eftir júst tí leisti, sum Føroya Kommu­nu­fel­ag alla tíðina hevur talað fyri. Fyribyrgjandi parturin av barnavernd verður lagt út til kommunurnar at um­sita, ímeðan sertænastur so sum samdøgurs- og við­gerð­arstovnar verða eftir hjá landinum. Hetta er tað, sum felagið hevur arbeitt fyri síðani fyrsta uppskotið um nýggja barnaverndarlóg kom í 1999. Føroya Kommu­nufelag gleðist nú um, at úrslit spyrst burtur úr arbeiðnum, og at nýggj arbeiðs­pláss eru skapt úti í kommununum. Felagið ásannar samstundis, at ávís­ar tænastur er neyðugar at mið­savna. Sum dømi um stovn­ar, hvørs uppgávur eiga at miðsavnast, eru millumkommunalir stovnar so sum Barnaverndarstovan og IRF, ella landsstovnar, so sum ráðini, serstovnar, sjúkrahús, o.a.
Møguliga akkurát her ligg­ur skilnaðurin. Ímeðan mið­savnan fyri onkran merkir Tórs­havn, so merkir hetta fyri Føroya Kommunufelag, at ávísar uppgávur eiga at savnast á einum stað, í einum stovni. Um hesir stovnar verða lagdir í Klaksvík, á Tvøroyri, ella í Gøtudali, hevur minni týdning.
Sum er, hava kommunu­fel­øgini 2 samstørv, Barna­verndarstovu Føroya og Kommunala Arbeiðs­gev­ara­felag Føroya, og bæði samstørvini liggja í Tórshavn; alt annað er full­komiliga óhugsandi sambært borgarstjóranum í Tórshavn.
Í hesum førum eru vit grund­leggjandi ósamd. Millum­kommunal samstørv liggja eins væl uttanfyri Tórshavn.
Serligar viðmerkingar til borgarstjóran í Tórshavn, næst­formann í KSF

Borgar­stjórin í Tórshavn verður endurgivin soleiðis ... Kommunusamskipan Føroya hevur keypt hús í Havn til kommunala um­siting ..... og at alt sum hevur við okkara umsiting at gera er undir sama taki. Til hetta er bert at siga, at Barnanverndarstova Føroya ella Kommunala Arbeiðs­gev­ar­felag Føroya ikki er ein kommunal fyrisiting, og als ikki ein partur av kommunalu fyristingini í Tórshavn. Hetta eru millumkommunalir stovn­ar, sum allar kommunur í Føroyum vara av og gjalda fyri.
Vit betala gildið sigur borgar­stjórin í Tórshavn somu­leiðis. Felagið er eitt sindur í iva um, hvat gildi borgarstjórin sipar til. Vit kunna bert stað­festa, at kommunurnar í mun til fólkatalið fíggja Barn­vernd­arstovu Føroya. Við í hes­um útreiðslum er leiga av høl­um frá KSF. Kommunala Arbeiðs­gevarafelagið verð­ur fíggjað soleiðis, at lima­kommunurnar í Føroya Kommunu­felag gjalda 50%, ímeðan limakommunurnar í KSF gjalda 50%, so tað kann í øllum førum ikki vera hetta gildi borgarstjórin meinar við.
At enda í viðtalu síni við Sosialin sigur borgarstjórin í Tórshavn, at fleiri bygdafólk koma til Havnar hvønn dag til arbeið­is og bygdirnar sostatt fáa sín part av almennu løn­un­um og tað hava vit als einki ímóti. Hetta er sjálv­sagt stórsligið sagt av borg­astjóranum í Tórshavn, men tað sum Føroya Kommun­felag sær sum tann veruliga trupulleikan, og hevur nakað ímóti, er at fólk skulu til Havn­ar fyri at fáa part av almennu lønunum.

FØROYA KOMMUNUFELAG