At varnast tað, sum er gott

Klumma

Eg mátti steðga, tá eg ein dagin kom fram á eina grøv í kirkjugarðinum, sum er við síðuna av har eg búgvi í Keypmannahavn.

Tað er eitt deiligt, vakurt og friðarligt stað, har eg plagi at spáka. Tað er eisini eitt hugvekjandi stað. Túsundavís av grøvum kunngera og sláa púra fast, hvussu stutt lívið í veruleikanum er.

Ein dagin, nakað undan páskum, kom eg fram á eina grøv, har ein ungur maður lá. Hann var føddur sama ár og sama mánað, sum eg. Eg mátti steðga eina løtu. Varnaðist, at á grøvini - við síðuna av gravsteininum millum blómur og gravarljós - stóðu tvær øl. Onnur var tóm - hin var óásett.

Eg ímyndi mær, at tað var ein vinmaður tann unga mannin, sum hevði sitið har og drukkið eina øl saman við honum. Kanska teir plagdu at halda p-dagin saman. Kanska hann saknaði vinmannin og ynskti at vera saman við honum eina løtu í tonkunum. Bara at sita har við grøvina, drekka eina øl og hugsa um alt tað, sum var gott, meðan vinmaðurin enn var á lívi.

Ølirnar við grøvina - onnur tóm og hin full - fingu meg at hugsa. Um hvussu vit altíð skunda okkum, og hvussu skjótt tað er, at vit ikki varnast tað góða. Og um vit ikki varnast tað og hugsa um tað - hvussu kunnu vit tá njóta tað?

Bíblian byrjar við, at Gud í seks dagar skapti heimin. Sjeynda dagin gjørdi hann nakað týdningarmikið. Nakað eins týdningingarmikið, sum sjálva skapanina: hann hugdi at tí, hann hevði gjørt. Hann setti ein heilan dag av, ein sjeyndapart av tíðini, og tann sjeyndi dagurin varð einans nýttur til at njóta tað, sum var gott. Hann rættaði ikki, hann angraði ikki, hann hugsaði ikki um sítt næsta projekt. Nei. Hann bara neyt, at tað, sum var, var gott.

Kanska ein heilur dagur av refleksión og njóting er í meira lagi fyri okkum vesturbúgvar, sum altíð hava so nógv um oyruni. Men um vit altíð skunda okkum, hugsa produktivt, effektivt og langt fram í tíðina, og um vit ongantíð geva okkum stundir at njóta tað, sum vit gera og uppliva beint nú, hvat er lívið so í grundini vert? Um vit ongantíð steðga á, líta aftur á tað, sum vit hava gjørt og njóta, at tað var gott, er tað so veruliga alt stríðið vert? Geva vit okkum ikki far um alt tað góða, sum lívið hevur at bjóða, hvussu skulu vit so nakrantíð varnast, hvussu gott lívið í veruleikanum er?

Ølirnar á grøvini talaðu greitt um, at onkur hevði upplivað okkurt gott saman við honum, sum var jarðaður. So gott, at tað var vert at fara heilt út á grøvina at minnast. Vónandi góvu teir sær eisini far um, hvussu gott tað var, meðan tað var.