At velja heimsmál

Nú er tíðin komin hjá komandi næmingum á Studentaskúlanum og HF-skeiðunum í Hoydølum at velja nøkur av teimum fakunum, ið teir fara at hava á skúlanum. Hjá teimum málsligu næmingunum stendur valið millum eitt av trimum málumum, ið ikki hoyra til tann heimliga germanska málbólkin (føroyskt, hini norðurlendsku málini, enskt, týskt).
Tað verður ofta sagt, at føroyingar eru so fámentir. Men hesin lítilleikin kann vendast til nakað positivt: hini duga ikki føroyskt, so læra føroyingar bara málini hjá hinum.
Tann føroyski studentaskúlin er so væl fyri, at hann kann bjóða bæði franskt, spanskt og russiskt sum triðja heimsmál aftan á enskt og týskt.
Tey seinastu árini hevur gongdin verið tann, at trupult er at fáa fleiri næmingar til at velja russiskt. Samstundis eru tey sera nógv, ið heldur taka spanskt. Eftir mínum tykki er tað eitt sindur óheppið fyri tann føroyska skúlan og samfelagið sum heild.
Í heimsparti okkara tosa tey spanskt bara í einum landi, Spania. Fólkatalið har liggur um 40.000.000 fólk. Harav hava nógv teirra onnur mál, enn spanskt, til móðurmál (baskiskt, katalanskt). Franskt tosa tey í Fraklandi og pørtum av Belgia og Sveis (umleið 80.000.000 fólk).
Tað er ikki ætlanin at niðurgera spanskt og franskt í hesi greinini. Tvørturímóti. Tað er frálíkt, at føroyingar kunnu hava hesi bæði málini á studentastigi. Men samstundis tykist russiskt, ið 150.000.000 fólk bara í Russlandi, plus 200.000.000 fólk í øðrum eysurevropeiskum londum tosa, at vera dottið burturímillum á føroyskum studentaskúla.
Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir fyri tí. Politiska fortíð Russlands og atskiljandi negativur tíðindaflutningur eystanifrá, eins og luftfalsliga torføra mállæran, gera sítt til, at ein komandi føroyskur studentaskúlanæmingur velur ein "tryggari" veg við sponskum ella fronskum.
Eg fari ikki her at umrøða tað bókmentaliga ríkidømið, ið tað russiska málið eigur. Tað eru heldur spennandi arbeiðsmøguleikar, sum kunnleikin til russiskt hevur við sær. Russland hevur meira handilssamstarv við Føroyar, t.d. á fiskiveiðuøkinum, enn Frakland ella Spania, og hetta samstarvið bara fer at økjast við einum møguligum fríhandilssáttmala Føroya og Russlands ímillum.
Mær vitandi eru bara tríggir núlivandi persónar av føroyskum uppruna, ið nakrantíð hava lokið cand.mag. prógv. í russiskum. Ein er komin í eftirlønaraldurin. Ein er sera væl umtøktur lærari í týskum og russiskum í Hoydølum, men hann fellur tíverri fyri aldurmarkinum í 2005. Yngstur av teimum verður 62 í ár og er búsetandi uttanlands. Hvussu er so við teimum yngri ættarliðunum?
Um nøkur ár fer tað ikki at gagna tí føroyska samfelagnum, at eiga tjúgu ella fleiri virkandi "akademikarar" í sponskum og fronskum, og ongan í russiskum. Russland, umframt av vera eitt risastórt land, er ein av grannunum og góðu samstarvsfeløgunum hjá Føroyum. Tí átti hugburðurin viðvíkjandi russiskum at verið broyttur á føroyskum studentaskúla. Meira javnvág eigur at koma í talið á teimum, ið velja triðja heimsmál - spanskt, franskt ella russiskt. Tað er yvirhøvur ikki møguligt at velja russiskt á Kambsdali ella í Vági. Hoydalar er einasta staðið, har undirvíst verður í hesum vakra, ríka og, ikki minst, týdningarmikla máli. Tað hevði tað verið stórt spell, um russiskundirvísingin í Føroyum fór fyri skeytið, orsakað av manglandi áhuga millum tey ungu.