Í annaðkvøld - hóskvøldið klokkan 19.30 - verður forkunnugt tiltak í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum.
Tað verður Sølvá Patursson, sum fer at siga frá.
Tiltakið er partur av skránni fyri mentanarvikuna, sum er í Runavíkar-økinum hesa vikuna.
Sólvá Patursson fer at siga frá, hvussu tað er at vera bóndakona, mamma, sjúkrasystir og fakfelagsforkvinna.
Hon fer eisini at siga frá, hvussu tað er at búgva í eini gamlari og søguligari bygd sum Kirkjubø.