Át Viagra og small um

Herfyri át ein eldri føroyskur útiseti ein Viagrabolla fyri fyrstu ferð í lívinum. Tá ið konan og hann ein tíma seinni vóru á veg innar í sovikamarið, fall hann knappliga í óvit og small niður á gólv

Kanningar í Danmark vísa, at sølan av potensevnum, so sum Viagra og Cialis, økist dag frá degi. Tað eru serstakliga tey eldru á hvíldarheimum og eldrabýlum, ið stytta sær um stundirnar við góðum sex.

 

Herfyri át ein eldri føroyskur útiseti ein Viagrabolla fyri fyrstu ferð í lívinum. Tá ið konan og hann ein tíma seinni vóru á veg innar í sovikamarið, fall hann knappliga í óvit og small niður á gólv. Lukkuvís datt hann niður á eitt tjúkt teppi, og kom sostatt ikki til skaða.

 

Konan boðsendi einum sjúkrabili at koma í stundini, og løtu seinni varð føroyski útisetin koyrdur til ein lækna, har hann fekk at vita, og honum einki bætti. Hann hevði bert verið óheppin at fáa ilt fyri hjartað fyrstu ferð hann royndi nýggja heilivágin.

 

Viagra er í veruleikanum eitt evni, ið er ætlað fólki, ið hava trupulleikar við hjartanum. Men tá ið serfrøðingar á sinni royndarkoyrdu tað, gjørdist greitt, at tað eisini fekk ”javnaldurin” hjá monnum at reisa seg. Tað kemur fyri, at menn fáa ilt fyri hjartað fyrstu ferð, teir eta ein Viagrabolla, men tað er sjáldan, at tað hendir.

 

Eitt annað potensevni – Cialis – er sera væl umtókt í hesum døgum. Tað er ikki eins sterkt og Viagra. Tú skalt bert eta eina tablett um dagin, so verður tú hvat tí seksuella viðvíkur sum ein 20 ára gamal aftur. Prísurin á Viagra er í botni í løtuni. So er ikki við Cialis - tað er stutt sagt hundadýrt.