- At yrkja er at blotta seg

Í gjár kom eitt nýtt yrkingasavn, nevnt Tykni, í handlarnar. Tað er tann bert 21 ára gamli Rúni Janusson av Toftum, sum á egnum forlagi gav út savnið, ið inniheldur ikki færri enn 26 yrkingar

Í tí, sum líkist fororðum, í nýggja yrkingasavninum hjá unga toftamanninum,

stendur tað rættuliga rámandi: Yrkingasavnið er nokkso dapurt. Tað fall mær

lættast, júst tá. Hetta er kanska ikki sørt beinrakið, tá ið man tosar um

yrkingar. Ein yrking vil altíð bera dám av, hvussu huglagið hjá yrkjaranum er, tá ið hann smíðar yrkingina.


Byrjaði fyri fýra árum síðani

Rúni Janusson sigur, at tað eru ikki meira enn eini fýra ár síðani, at hann fór undir at yrkja. At byrja við var tók hann tað ikki álvarsliga, men seinasta árið hevur hann miðvíst arbeitt við sínum yrkingum.

Tað, sum gav Rúna íblásturin til at fara undir at yrkja, var, at hann einaferð nøkur yrkingasavn hjá Martin Næs, og honum dámdi tey so mikið væl, at hann hugsaði sum so, at hví kundi hann ikki fara at yrkja og geva okkurt út.

Hann arbeiddi so miðvíst við at yrkja í eina tíð, og sum hann sjálvur sigur tað, so gekk tað við tí rúkandi ferð. Tað hálva árið frá november seinasta ár til mai mánaða í ár, skrivaði Rúni ikki færri enn 40 yrkingar. Tá ið so yrkingasavnið skuldi endaliga setast saman, valdi Rúni 26 yrkingar burturúr, men vrakaði so aftur nakar, og tískil smíðaði hann nakrar nýggjar.

Sjálvur sigur Rúni, at hann ikki hevði væntað, at hann skuldi lata eitt yrkingasavn úr hondum so skjótt, men væl stuðlaður og eggjaður av einum lærara hjá sær, fekk hann tó hetta í lag.


Ikki allar eru persónligar

Rúni Janusson sigur við Yngd, at tað at yrkja er at blotta seg sjálvan. Nógv halda eisini, at allar yrkingar, sum ein yrkjari smíðar, eru tiknar úr egnum barmi, men hetta merkir tó ikki, at yrkingar eru um lívið hjá yrkjaranum.

Yrkingasavnið hjá Rúna er ógvuliga dapurt, og yrkingaheiti so sum andlát, sjálvmorð og hjálp mær geva eisini eina greiða ábending um hetta.

Ungi toftamaðurin leggur dent á, at ikki allar yrkingarnar í savninum eru um hann sjálvan. - onkrar eru meg sjálvan, sum eg havi skrivað, tá ið eg havi verið ónøgdur við eitt ella annað. Tær flestu eru tó sprotnar burturúr tankum, sum eg havi gjørt, um ting, ið kann henda fyri ein og hvønn.

At yrkingarnar eru skrivaðar yvir eitt hálvt ár, hevur eisini havt sín týdning, heldur Rúni Janusson, tí hetta ger, at tað er lættari at síggja ein reyðan tráð í yrkingasavninum.

Rúni er væl greiður yvir, at nógv av teimum, sum fara at lesa yrkingasavnið hjá honum, uttan iva fara at fáa ta fatan, at her er talan um ein ungan drong, sum gongur runt og er í døpurhuga. Hetta vísir hann tó aftur, tí eg gangi ikki runt og eri ónøgdur, sigur toftamaðurin.


Arbeiðir við stuttsøgusavni

Tað er ikki bert yrkingar, sum Rúni Janusson letur úr hondum. Hann hevur eisini nakrar stuttsøgur liggjandi, og ætlanin hjá honum er at gera meira við hendan part av sínum skaldskapi. Um nøkur ár vónar Rúni, at hann kann geva eitt stuttsøgusavn út.

Sjálvur hevur Rúni ikki nakrar fyrimyndir innan skaldskapin, men hann sigur tó, at tað eru nakrir yrkjarar, sum hann heldur vera áhugaverdar at lesa. Í hesum sambandi nevnir hann eitt nú Oddfríð Rasmussen, Petur Jensen og Sigri Gaini. Felags fyri øll hesi trý er, at tey eru ung, og tað er helst júst tað, sum eg haldi vera áhugavert, sigur Rúni Janusson.


Er spentur uppá móttøkuna

Rúni sigur, at hann er ikki sørt spentur um, hvussu yrkingasavnið hjá honum verður móttikið. Hann sigur seg vita, at hann fer at fáa nógvar atfinningar, men hetta tekur hann, sum tað kemur. Mest spentur er hann tó um, hvussu ungdómurin fer at taka ímóti savninum, tí sum hann sjálvur sigur, so er savnið skrivað av einum ungum til tey ungu.