Atgongumerki til landsdystir við avsláttri

FSF bjóðar fólki at keypa atgongumerki til teir tríggjar heimadystirnar í HM-undankappingini fyri avsláttarprís. Fólk kunnu keypa eitt gávukort at geva øðrum - ella sær sjálvum - til jóla. Við einum gávukorti sleppur ein vaksin persónur til allar tríggjar HM-undankappingardystirnar hjá føroyska A-landsliðnum fyri ein samlaðan kostnað uppá 350 krónur. Eitt barn sleppur til allar tríggjar landsdystirnar fyri 100 krónur. Heimadystirnir hjá føroyska A-landsliðnum, sum talan er um, eru hesir:

 

Mikudagin 10. juni 2009 móti Serbia

Mikudagin 12. august 2009 móti Fraklandi

Mikudagin 9. september 2009 móti Litava

 

Dystirnir verða allir spældir á Tórsvølli.

Við einum gávukorti kann ein eisini tryggja sær eitt gott pláss á Tórsvølli. Her er talan um rættiliga umfatandi avsláttur. Gjøgnumsnittsprísurin plagar at liggja um tær 200 krónurnar, so fyri ein vaksnan persón eru umleið 250 krónur at spara. Gávukortini kunnu bíleggjast gjøgnum heimasíðuna hjá FSF, www.football.fo, frá nú og til jóla.