Planet Awards
Aftur í ár heiðra Planet.fo og Sosialurin føroyskum tónleikalívi. Hetta verður gjørt á stórum gallatiltakið á Hotel Føroyum leygarkvøldið 27. januar. Á tiltakinum vera Planetir handaðar til:
Besta útgávu
Besta bólk/einstakling
Besti sangara
Bestu songkvinnu
Besta nýggja bólk/einstakling
Besta útlendska bólk/einstakling
Serliga planet herðaklappið
Eisini verður góður tónleikur at hoyra, bæði føroyskur og útlendskur. Á tiltakinum verða tey innstillaðu gestir, her er tilsamans talan um 35 bólkar, og hetta eru nógv fólk. Tí er talið á seldum atgongumerkjum avmarkað til 400. Komandi dagarnar verða luttakandi tónleikanøvn avdúkaði. Men longu nú ber til at tryggja sær atgongd til ársins galla tiltak. Atgongumerki til Planet Awards, ein vælkomudrykk, herligt One Fork Meal og dans aftan á kostar kr.250 og fæst í Telebúðunum í Havn, Runavík, Klaksvík, í Miðlahúsinum í Vágsbotni og á teleshop.fo.
Tiltakið hevur 18 ára aldursmark.