Atgongurmerki á netinum

Hon riggaði ikki til Fraklands-dystin, men nú er FSF til reiðar at selja atgongumerki á netinum

Í samstarvi við veitaran, er atgongumerkjaskipanin nú avroynd av nýggjum og sett í gongd, og hon verður nú roynd í sambandi við Stórsteypadystin millum NSÍ og EB/Streym, sum verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali, leygardagin 8. mars kl. 15.00.

Talan er um dystin millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá 2007. Stórsteypadysturin er ein vælgerðardyst har ágóðin av dystinum fer til vælgerðandi arbeiðið hjá Lions Club.

Tað ber nú til at keypa atgongumerki til dystin gjøgnum heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum, www.football.fo. Í hesi skipanini verður goldið við vanligum gjaldskorti, og atgongumerkini verða síðan send við postverkinum.

Eftirsum hetta er fyrstu ferð at skipanin verður roynd, verður eisini skipað fyri lutakasti millum tey, ið keypa atgongumerki gjøgnum internetið. Útlutaðir verða tveir pakkar við atgongumerkjum til allar heimadystirnar hjá A-landsliðnum í sambandi við HM-undankappingina í ár og næsta ár. Drigið verður í hálvleikinum.

Kostnaðurin fyri hvørt atgongumerki á netinum er 60 krónur. Harafturat verður tikið eitt avgreiðslugjald á 10 krónur. Avgreiðslugjaldið er tað sama uttan mun til hvussu nógv atgongumerki verða keypt.

Við dyrnar kosta atgongumerkini 70 krónur, men hesi vera ikki við í lutakastinum.