Atkvøðuneytini á Sandoynni

Tað var ein stór søga á pásk­um, at teir báðir sand­oy­ar­ting­menninir hjá samgonguni ikki kundu liva við, at einki ferða­samband var við Sand­oynna langafríggjadag og pásk­a­dag.

Tí tóku teir – fyri skatta­borg­aranna rokning – og leig­aðu ein bát at siga hes­ar dag­ar. Helst fyri at koma hinum triða sand­oy­ar­ting­mann­inum í oynni í for­keyp­ið, sum saman við ørðum útjaðarapolitikara hevði lagt upp­skot fyri tingið um tað sama.

Men nei. Nú kunnu hvørki Ger­hard Lognberg ella Brandur Sandoy taka undir við, at Strandferðslan skal sigla allar dagar í árinum.

Brandur Sandoy var bank­­aður upp á pláss av sam­gonguna at atkvøða ímóti, meðan Gerhard Lognberg ikki var maður at møta upp í ting­inum.

Aðrir útjaðarapolitikarar úr sam­gonguni hildu seg eisini burtur – heldur enn at atkvøða ímóti.

Spurningurin er so, um tað bara vóru lótir, at Brandur Sand­oy og Gerhard Lognberg brúktu skattakrónur soleiðis á pásk­um. Var tað fyri koma sær sjálvum fram? Tí málið um at fáa skipini at sigla ligg­ur so ikki fremst hjá teimum báð­um,
Tey tingfólk, sum eru fyri, at Strand­ferðslan skal sigla allar dag, eru hesi:

1. Sirið Stenberg
2. Páll á Reynatúgvu
3. Gunvør Balle
4. Bjørt Samuelsen
5. Kristina Háfoss
6. Høgni Hoydal
7. Eyðgunn Samuelsen
8. Henrik Old
9. Aksel V. Johannesen

Tey tingfólk, sum eru í­móti at Strandferðslan skal siga allar dagar, eru hesi:
1. Jógvan á Lakjuni
2. Edva Jacobsen
3. Jóna M. Mortensen
4. Helgi Abrahamsen
5. Alfred Olsen
6. Reimund Langgaard
7. Rósa Samuelsen
8. Bárður Nielsen
9. Brandur Sandoy
10. Rodmundur Nielsen
11. Bjarni Djurholm
12. Janus Rein
13. Vinjard Johansen
14. Bill Justinussen

Onnur »útjaðaratingfólk« sum ikki møttu upp til hend­an tingfundin, vóru Kristin Mich­el­sen, Jákup Mikkelsen og Elsebeth Mercedis Gunn­leygs­dóttir.

Staðfestast kann, at málið um at fáa Strandferðsluna at sigla allar dagar als ikki hev­ur áhuga hjá tinginum – og serliga lítlan áhuga hev­ur tað millum tingfólk úr útjaðaranum,