Atlanstflog fær tyrluflúgvingina

Atlantic Airways kann síggja fram til eina inntøku upp á 14 milliónir um árið næstu tíggju árini. Ein samd vinnunevnd tekur undir við at gera sáttmála við felagið um at røkja tyrlutænastuna fyri tað almenna

Tyrlutænastan skal vera á føroyskum hondum, og næstu tíggju árini verður tað føroyska flogfelagið, sum fer at røkja alla tyrluflúgving í samband við fiskiveiðieftirlit, leiting og bjarging á sjógvi og landi og sjúkraflutning.

Vinnunevndin hjá løgtinginum tekur einmælt undir við uppskotinum hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, sum hevur lagt fram uppskotið um tyrlutænastuna.

Men nevndin er ikki øll líka samd. Meðan samgongutingmenninir taka undir við málinum uttan viðmerkingar, so hava andstøðuumboðini ávís fyrivarni.


Atfinningarsom andstøða

Henrik Old og Dan R. Petersen úr Javnaðarflokkinum taka undir við málinum, men tað er mest orsakað av, at einki alternativ fyriliggur til uppskotið. Teir finnast í álitinum frá nevndini at mannagongdini í samband við málið. Avgerðin um, at sáttmáli skal gerast við Atlantic Airways er tikin, áðrenn uppskotið kom í løgtingið, og tað sama er avgerðin um, hvat slag av tyrlu skal nýtast til tænastuna.

Tyrlan, sum Atlantic Airways ætlar at keypa tekur 12 ferðafólk, men bert níggju í samband við bjarging, vísa tingmenninir á.

- Tá ið man veit, at tyrla ikki kann lenda á nýggja vaktarskipinum, so er minnilutin serliga ivingarsamur um, at tyrlan bara tekur níggju fólk í samband við bjarning. Á føroysku landleiðini eru meira enn 30 skip, har manningin liggur millum 12 og 14 mans, vísa teir á. Og teir vísa eisini á, at tað verður trupult at koma afturumaftur seinni, tí talan er um ein 10 ára sáttmála.


Illa lýst

Javnaðartingmenninir taka kortini undir við málinum, og tað sama ger Alfred Olsen, sum kortini eisini finst at fyrireikandi arbeiðinum. Alfred Olsen heldur ikki, at landsstýrismaðurin hevur kannað allar møguleikar og lýst fyri løgtinginum, at talan í hesum førinum er um bestu og bíligastu loysnina.

- Eftir nevndarviðgerðina eru tað framvegis viðurskifti, sum eru ógreið. Tað verið seg ognarviðurskiftini til útgerðina, peningur er játtaður til. Spurningurin um góðkenning av tyrluni til leiting og bjarning. Viðurskifti viðvíkjandi bjargingarmanningini og trygdini fyri einari stabilari tænastu, sigur Alfred Olsen í sínum viðmerkingum.


Betri at leiga

Hóast tað alla tíðina hevur verið greitt, at sáttmáli skuldi gerast við Atlantic Airways, so hevði vinnunevndin fund við Una Danielsen frá felagnum Scotia, ið fæst nógv við tyrluflúgving av hesum slagnum. Uni Danielsen setti millum annað spurnartekin við, hví landið skuldi binda seg til eitt felag og eina tyrlu í 10 ár. Nógvar broytingar henda á hesum økinum nú, og hann helt tað tí vera betur at leiga eina tyrlu í fyrstu umfari.

Jørgen Niclasen upplýsti fyri nevndini, at ætlanin alla tíðina hevur verið at hava tænastuna á føroyskum hondum, og tað er bara eitt føroyskt felag, sum fæst við tyrluflúgving. Jørgen Niclasen heldur ikki, at tað hevði verið bíligari at gjørt sáttmála við eitt útlendskt felag.

Sáttmálin við Atlantic Airwas er galdandi í 10 ár. 10 milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár, og síðani kostar sáttmálin umleið 14 milliónir um árið komandi tíggju árini.

Løgtingið skuldi viðgera málið við aðru viðgerð á fundinum í gjár.