Atlantic aftur á oljukós

Úr at gera at flyta manningar til og av seismikkskipum á landgrunninum

Atlantic Airways er aftur á oljukós. Eftir at hava brúkt nógva orku og pening til at førleikamenna felagið til at taka lut í eini komandi føroyskari oljuvinnu er nú aftur við at koma gongd á loftvegis flutningin av oljuarbeiðsfólki. Felagið hevur í summar havt úr at gera at flyta oljufólk til og frá skipum, sum royna at slóða fyri eini komandi oljuvinnu.
Magni Arge, stjóri í felagnum er fegin um, at útlendsku feløgini, sum skulu rudda slóð fyri komandi leiting á landgrunninum hava brúk fyri føroyskum tænastum eitt nú teimum hjá Atlantsflogi.  Vit hava í summar flutt nógvar oljuarbeiðarar til og frá seismikkskipum, sum gera eitt sera týdningarmikið arbeiði undan komandi boringum á basaltinum. Hóast vit ikki hava hoyrt so nógv í seinastuni um eina komandi føroyska oljuvinnu, so trúgvi eg, at gongd nú er við at koma á aftur og tí er tað avgjørt pláss fyri eini varnari optimismu sigur flogfelagsstórin, sum er ein teirra, ið hevur fylgt oljutilgongdini frá byrjan og ein teirra, sum heldur, at vit eiga ikki at gevast, hóat vit hava fingið turrar brunnar.
Atlantic hevur flogið einar 15 túrar út á seismikkskip í summar í sambandi við manningarskifti og í sambandi við at fáa onnur fólk út og av skipum. Íalt eru flutt eini 250 fólk til tvey seismikkskip, Western Pride og Polar Princess, sum arbeiða fyri Chevron og Statoil. Teir hava brúkt báðar tyrlurnar og hava verið rættiliga langt úr landi eisini, upp til einar 160 fjórðingar. Hvør tyrla kann hava umleið 9 fólk við.
Magni Arge sigur seg vera sera fegnan um afturmeldingarnar frá seismikkskipunum. Tær hava verið sera positivar. Teir lata væl at professionalismuni og kvalitetinum av tænastunum.
Hetta er so ikki fyrsta árið, at Atlantic flytur ferðafólk millum oljuskip og land. Vit hava ment hesa tænastu sohvørt og haldi eg, at tann avgerðin vit tóku at byggja upp eina ekspertisu á hesum øki hevur lønt seg aftur. Vit høvdu ikki kunnað gjørt hetta so væl og lætt í dag, um vit ikki høvdu gjørt íløgur "search og rescue" í síni tíð, í bæði tyrlu og førleikamenning av fólki. Nettupp tær krevjandi uppgávurnar, sum okkara fólk hava við vanligu uppgávunum ger, at førleikastøðið er á hædd við og oftani hægri enn tað, sum krevst í offshorevinnuni.
Stjórin í Atlantsflog sigur, at teir fara at fylgja væl við í komandi oljutilgongdini. Hann heldur ikki, at tað er rætt at gera íløgur í stórar tyrlur, meira hevur tað at siga, at tú kanst brúka tær tyrlur tú hevur optimalt og fáa leigað fleiri slíkar, um tørvur verður á tí. Tað vil vera tann besta loysnin.
Hjá Atlantic hava tey vón um, at boring verður aftur í komandi ári.  Tann fyrireiking, sum varð so nógv umrødd síðst í 90-árunum hava vit verið við í lutví st tí vit hava arbeitt saman við oljufeløgunum og lutvíst tí at vit hava verið við í bjarging annars og í tí sambandi flutt førleikastøðið nógv upp. Nú er at fylgja við og síggja tær handilsligu avbjóðingarnar, sum vit kunnu gerast ein partur av.
Tað er Thor í Hósvík, sum umboðar flest øll seismikkskipini, ið arbeiða á landgrunninum í løtuni. Sum skilst hevur hetta arbeiðið hepnast sera væl.