Flogferðsla
Sáttmálin við Airbus varð undirskrivaður í Toulouse í Fraklandi í gjár. Vegna Atlantic Airways skrivaðu Christian Andreasen, nevndarformaður, og Magni Arge, stjóri, undir. A 319 er eitt av heimsins mest seldu flogførum. Talan er um sama slag flogfar, sum var á royndarferð í Føroyum í oktober 2005. A 319 tekur millum 130 og 150 ferðafólk og lastar munandi meira enn verandi flogfør hjá Atlantic Airways.
- Hesin sáttmálin er eitt stórt stig á leiðini at endurnýggja og effektivisera okkara flota. Flogfarið fer væntandi í rakstur millum Føroyar og Danmark og á øðrum leiðum í Evropa í seinasta lagi í 2011, sigur Christian Andreassen.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, heldur, at við nýggja flogfarinum økjast møguleikarnir at skapa størri vøkstur bæði í rutuflúgvingini og leiguflúgving.
-A 319-flogfarið er eitt gott val, tí tað tekur fleiri ferðafólk enn verandi flogfør, sigur Magni Arge. Hann vil tó ikki siga nakað um, hvørt fólk skulu rokna við betri ella verri regulariteti.
- Tað fáa vit sjálvandi ikki sagt, fyrr enn vit hava roynt tey. Men partvíst eru hesi flogfør sera væl útgjørd við tólum til millum annað innflúgving. Og partvíst vóna vit eisini, at vøllurin í Vágum er betri, tá nýggja flogfarið kemur.
Stjórin vil ikki siga, hvussu stór íløgan er. Men áður hevur hann nevnt, at skal talan verða um nýggj flogfør til flotan hjá Atlantic Airways, kosta hesi millum 200 og 240 milliónir. Sambært almennu tølunum er listaprísurin hjá Airbus fyri hesi flogfør 66 milliónir dollarar. Men tað er væl hugsandi, at prísurin er nakað minni, tá talan samstundis er um optiónir upp á
- Tað er tó greitt, at við verandi dollarakursi er talan um hepna løtu hjá okkum at gera eina slíka løtu. Sjálvandi vita vit ikki, hvussu kursurin verður um trý ár, men tí partinum kunnu vit helst tryggja okkum ímóti, sigur hann.
Atlantic Airways hevur í dag sjey flogfør og tríggjar tyrlur. Við Airbus-flogfarinum verður sjøtul settur á eitt nýtt tíðarskeið í søgu felagsins, tí síðan stovnanina fyri 20 árum síðan hevur felagið einans brúkt flogfør frá British Aerospace.