Ársroknskapur
Atlantic Airways kann vísa á eitt gott úrslit fyri 2001. Á niðasta linju sæst, at 10,2 mió kr. eru til avlops. Hetta er sjeynda árið á rað, at Atlantic Airways kann vísa á eitt yvirskot. Tær 10,2 milliónirnar eru yvirskot, áðrenn skatturin er goldin. Atlantic Airways hevur enn so stórar avskrivingar, at teir ikki gjalda annan skatt enn 5 mió í eventual skatt. Umsetningurin vaks við 27% til 187 millónir kr. Fyrstu árini vóru heldur rak hjá føroyska flogfelagnum, men tú tykist gongdin at vera mikið sunnari hjá almenna flogfelagnum.
Eginognin hjá Atlantic Airways er nú komin upp á 95 milliónir, og hetta er ein hækking uppá 65 mió seinastu sjey árini.
Góða árið hjá Atlantic Airways í fjør staðfesti tað sunnu gongdini hjá føroyskum vinnulívið, har flest allar fyritøkur hava kunnað borðreitt við metstórum avlopum fyri farna árið.
Tað er eisini líkt til, at Atlantic Airways ikki hevur mist nakað stórvegis av 11. september. Áhugin hjá føroyingum at flúgva og øðrum at flúgva við føroyska flogfelagnum er eftir øllum at døma bara voksin.
?Vit hava merkt 11. september á tann hátt, at vit skulu gjalda meira í trygging, og vit merktu, at tað kom ein lítil kvøkkur á fólki um hetta mundi, men annars merktu vit ikki hetta á ferðafólki, sigur Magni Arge.
?Havandi broyttu umstøðurnar hjá flogferðsluni í huga, metur leiðsla felagsins úrslitið vera nøktandi. Felagið skal í komandi tíðum gera rættuliga stórar íløgur, og tí er eisini neyðugt, at felagið gevur eitt rakstraravlop, sum kann forrenta hesar íløgur, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Magni Arge nevnir, at innan fimm ár skal Atlantic Airways hava útskift í øllum førum annað flogfari, og her er talan um eina stóra íløgu. Magni Arge vil tó ikki seta nakað tal á hetta. Í hesum sambandi kann tað eisini fáa týdning, hvussu støðan hjá flogvøllinum er tá, sigur Magni.
Eisini hevur oljuvinnan smitta av í roknskapinum hjá flogfelagnum. Talið av ferðafólki í 2001 var 98.000 móti teimum 90.000 árið frammanundan. Hetta er ein rættiliga stór hækking, sum ikki minst skyldast oljuvinnuni, tí Atlantic Airways hevur luttikið í tyrluflúgvingini til og frá boripallunum.
Í alt ferðaðust 158.056 fólk um flogvøllin í Vágum í 2001, og hetta er nógv meira enn árið frammanundan. Fyrstu mánaðirnar í ár hevur verið vøkstur í ferðafólkatali í mun til 2001, so gongdin tykist at halda fram.
Roknskapurin hjá Atlantic Airwyas skal leggjast fyri og samtykkjast av aðalfundinum, sum verður 19. apríl.