Jákup Egil Jensen av Atlantic Airways sigur, at kanningin als ikki er eftirfarandi, og tey hava sett seg í samband við mannin, sum hevur staðið fyri kanningini, fyri at rætta mistøkini.
Í enska blaðnum Sunday Times 10. september í ár er ein listi prentaður yvir tjúgu tey bestu og tjúgu tey vánaligastu flogfeløgini í heiminum. Millum flogfeløgini, sum fáa besta skoðsmálið, eru Air Canada, Swissair, British Airways og SAS.
Í hinum endanum er tað skelkandi at síggja svart uppá hvítt: Atlantic Airways Faroe Islands, Denmark millum Krasnoyarsk Airlines, Aserbadjan Airlines og Mongolian Airlines og øðrum flogfeløgum úr tilafturskomnum londum.
Okkara flogfelag verður mett at hoyra heima millum tey flogfeløgini, har møguleikin fyri at koma út fyri flogóhappi ella -vanlukku er størstur.
Ófullfíggjað kanning
Atlantic Airways er í Sunday Times skrásett fyri eitt óhapp. Hetta gevur felagnum 13,35 óhapp fyri hvørjar 100.000 fráferðir, og tað er eitt høgt tal sammett við onnur flogfeløg. Í stigatalvuni fær Atlantic 0,8 stig, men hetta talið er ikki rætt sambært Atlantic Airways.
- Í kanningini er roknað við, at Atlantic Airways bara hevur tólv fráferðir um vikuna, men í veruleikanum hava vit 42 fráferðir í miðal um vikuna, sigur Jákup Egil Jensen, sum er Quality Manager hjá Atlantic Airwys.
Hesin skeivleiki ger, at Atlantic Airways endar millum tey niðastu á stigatalvuni.
- Um roknað varð við rætta talinum, sum er 42 fráferðir um vikuna, hevði Atlantic Airways verið í tí ovasta triðinginum av stigatalvuni, sigur Jákup Egil Jensen.
Á Atlantic verður hetta kanningarúrslitið tikið í sera stórum álvara, síðan tey vóru varug við tað miðskeiðis í september mánaða, tí tey ásanna, at hetta kann gera óbótaligan skaða. Kanningin er í hesi vikuni eisini prentað í einum svenskum blað, og fleiri hava gjørt vart við hjá Atlantic Airways, at felagið verður mett at hava eina vánaliga trygd.
Kanningin er ikki heilt eftirfarandi, tí jú færri fráferðir eitt felag hevur, tess størri verður talið, sum sigur, hvussu nógv óhapp eru fyri hvørjar 100.000 fráferðir. Øll flogfeløgini hava fingið minst eitt óhapp í sín lut, tí tað verður altíð mett, at eitt flogfelag kann hava eitt óhapp. Tí er tað eina óhappið, sum Atlantic er skrásett fyri, ikki hent í veruleikanum. Óhappið 2. august í 1989, tá flogfarið fór av breytini undir lending, hevur ikki verið við, men í nýggju tølunum verður eisini roknað við hesum óhappinum.
Tey flogfeløgini, sum hava nógvar túsund fráferðir hvørja viku, hava tískil ein fyrimun í tí útrokningarháttinum, sum verður nýttur. Atlantic Airways hevur bara tað eina flogfarið, og tí eru fráferðirnar heldur ikki so nógvar í tali.
Atlantic kláraði seg tó væl
Kanningin er bygd upp á tann hátt, at mett verður um trygdina á tíggju ymsum økjum. Her verður ein karakterur givin, sum liggur ímillum 0 og 1. Summurin av hesum tíggju karakterunum verður faldaður við ein safetymultiplier, sum hjá Atlantic Airways verður mettur at verða 0,105 í kanningini. Orsøkin til, at hetta talið er so lágt, kemst av at roknað hevur bara verið við 12 fráferðum um vikuna ístaðin fyri 42.
Um roknað varð við røttu tølunum hevði safetymultiplier ístaðin verið 0,522 sambært Jákupi Egil Jensen, sum hevur sett seg í samband við John Trevett, ið stendur fyri kanningini. Hann hevur heitt á Trevett um at fáa tølini í rættlag, so Atlantic Airways kann sleppa úr botninum á stigatalvuni.
Nú tá røttu tølini eru komin á borðið, ber til at rokna seg fram til, at Atlantic Airways hevði fingið 4,0 stig í alt. Í Sunday Times fær føroyska felagið 0,8 stig, sum eftir øllum at døma ikki er heilt rætt.
Jákup Egil Jensen hevur hugt nærri at øllum roknistykkinum og tølunum, sum roknað verður eftir. Hann heldur, at á teimum tíggju økjunum, har mett varð um trygdina, kláraði Atlantic seg heilt væl. Tað, sum oyðileggur alt, eru skeiva talið av fráferðum, sum ikki er rætt, og sum dregur nógv niður.
Tey tíggju trygdarøkini, sum verða tikin við í kanningina eru av ymsum slag, og her eru nøkur av teimum mest áhugaverdu. Fyri aldurin av flogfarinum fekk Atlantic 0,57 stig, tí flogfarið er 13 ára gamalt. Fyri flogvøllin og umhvørvið verður givið fult stigatal. Tornið á flogvøllinum fær eisini fult stigatal. Eftirlitið við flogførum í Føroyum fær fult stigatal.
Tá hugt verður eftir eigaraviðurskiftunum fær Atlantic ikki fult stigatal, tí felagið er alment og ikki privat. Leiðslan av felagnum fær tó fult stigatal.
Trevett ásannar mistakið
John Trevett, sum stendur fyri kanningini fyri FlightSafe Consultants Limited í Onglandi, ásannar mistøkini, ið eru gjørd. Hann hevur tí rætta tey inni á heimasíðuni hjá FlightSafe. Har fær Atlantic Airways nú 4,0 stig.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, heldur, at hetta er á góðari leið, tí hetta er tað vanliga stigatalið hjá teimum smærru flogfeløgunum. Illa ber til at koma longri upp, tí talið av fráferðum er so lítið. Tey stóru flogfeløgini liggja um 7-8 stig
Kanningin er løgd fram á eini ráðstevnu fyri trygd og góðsku innan flogferðslu í Brussel. Hon er ætlað størri fyritøkum, sum senda síni starvsfólk kring jørðin í arbeiðsørindum, so tær kunnu velja tey flogfeløgini, sum ery tryggast. OGP (Association og Oil and Gas Producers) hevur tikið kanningina til sín og ætlar at marknaðarføra hana fyri sínum limum, sum eru tey størstu oljufeløgini í heiminum. Nú oljuvinnan stendur fyri durum, er tað umráðandi, at Atlantic Airways ikki fer at standa niðast á stigatalvuni.
Millum tjúgu tey niðastu flogfeløgini hava níggju teirra heimstað í gamla Sovjetsamveldinum. Vandamiklast er at flúgva við Air Georgia, sum er skrásett fyri fimm óhapp, og tað eru 300 óhapp fyri hvørjar 100.000 fráferðir.