Atlantic Airways regatta 2005

Felagið Neystið

Nú er regattaðin av fyri hesu fer og ynskir Neysti við hesum orðum at takka teim, ið hava uppiborið eina slíka.
Sum vanligt luttóku føroyingar í rógvingini og var tað ein stór gleði, at vísa dønum og øðrum uttan fyri føðilandi, hvat kappróður er, tá hann er best.
Ein tíðindakvinna var har og spurgdi "hvussu ber tað til at føroyingar duga so væl at rógva?". Svara varð "tað er tí, at ein føroyingur er føddur við ár í hond" -sigast skal, at henda tíðindakvinna var við barn- tá hon hoyrdi svarið, suffaði hon og segði "godt jeg ikke skal føde er færing ham", hartil varð svara " -slap af færinger er selvfølgelig født ved kejsersnit".
Aftaná eitt fríggjakvøld við Guðrun á skránni og eina væleydnaða fernisering leygardag á miðdegi, hvar ikki minnst husakórið setti dám á løtuna, setti Lars Lykke Rasmussen innanríkismálaraðharrin stevnuna. Hann kundi ikki hava føroysku frúuna við - sum hann tók til "nogen skal jo passe arbejdet". Ein vælfyrireika røða varð hildin. Sera "atletisk" kom hann runt um loysingarspurningin, hann samanlíknaði við kjalavatni aftan á ein bát, tá báturin rør endar kjalarvatni, og er sum ein eind aftur. Soleiðis eisini við felagsskapunum millum Føroyar og Danmark, vit kunnu ikki liva sum fráskilt hjún, fyri tað kann einkarrætturin vera, sum hann er.
Neystið bjóðaði turra grind, spik og turran fisk og sást tað skilliga, at ráharrin dámdi alt sera væl- tað skuldi kanska bara mangla, tá hann er føroyskt giftur.
Kappróðurin, sum ikki hevur tann stórleika, sum vit kenna fra òlavsøku heima, var lokalt útvarpaður, og var tað Magni Arge stjóri, sum stóð fyri hesum. Kanska var rógvingin ikki sum á ólavsøku, men tit skulu vita, at útvarpingin stóð ikki aftan fyri olavsøkuni heima, tað var einastandandi, og skal Magni hava stóra takk. Ikki eydnaðust okkum at takka honum, sum hann hevði uppiborðið, hann skuldi skunda sær víðari út í stóru verð, sum ein lambamaður einaferð segði undir einari millumlending i Bretlandi "I am a business man from Lamba".
Kappróðurin var skjótt avrikaður, og vunnu havnarmenn tað rógving teir skuldu. Tað norðurlanda róðurin,men grønlendingar mundi tikið allir á bóli, bert ein føroyskur vilji og treiskheit gjørdi, at sigurin var føroyskur.
Vit í neystinum taka húgvuna av fyri manningini á 10 mannafarinum Tvørábátinum, fyri fyrstu ferð smurdu teir 10 mannafarið hjá neystinum av, tann báturin er tann Vágbingur, sum í 1980 varð føroyameistari, tillukku til vinnararnar, hvar tó fleiri teirra hava fingið lærdom við at rógva við Vagbingi.
Um kvøldi spældi Frændir fyri fullum telti og vóru tað góðir tímar fyri teim, sum dansaðu og sungu við.
At enda enn einaferð stora takk fyri góðan stuðul heimanifrá, vit mugu eisini nevna ta traditión, sum okkara kæru gestir frá Havn hava innført. Kl. 19 møtast vit øll í teirru smáttum, og har hava teir so fyrireika mat, sum upplivast má - tí eingin kann siga fra tí.
Nú hava vit frið eina tíð, men 29 juli er ólavsøka á Bryggjuni, tá verður aftur nakað at fara til.