Atlantic Airways hevur í dag skrivað undir sáttmála við SAS um at leiga út trý flogfør við manningum. Sáttmálaskeiðini eru ávikavist 12, 13 og 14 mánaðir. Tey trý flogførini skulu røkja rutuflúgving fyri SAS úr Keypmannahavn til býir sum London, Birmingham og Stavanger. Síðani oktober 2007, tá SAS fekk trupulleikar við DASH 8 flogførunum, hevur Atlantic Airways flogið fyri SAS við fyrst einum flogfari og síðan einum aftrat. Sáttmálin, sum nú er undirskrivaður, kann tí metast sum ein munandi víðkan av verandi samstarvi.
Til tess at kunna røkja nýggja sáttmálan hava partarnir eisini gjørt sáttmála um, at Atlantic Airways leigar flogmenn frá SAS í sáttmálaskeiðnum. Atlantic Airways hevur eisini longt sáttmálarnar um at leiga tvey flogfør frá British Airospace, sum annars skuldu latast aftur í 2007. Hesi flogfør verða nú í flotanum til ávíkavist apríl og oktober 2009.
- Hetta er størsti einstaki sáttmáli, sum Atlantic Airways hevur gjørt um flúgving fyri onnur. Tað er virðismikið fyri okkum at fara undir eitt so víðfevnt samstarv við eitt viðurkent felag sum SAS. Vit hava góðar royndir við okkara samstarvi við SAS higartil og gleða okkum til at menna samstarvið í framtíðini, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Atlantic Airways eigur í løtuni fimm flogfør og leigar tvey.