Atlantic broytur súluskipanina - aftur

Tann vælumtókta súluskipanin hjá Atlantic Airways verður nú aftur tøk til tey flestu sløg av ferðaseðlum

Atlantic Airways byrjaði við Súluskipanini í 2003. Skipanin var tá uppbygd soleiðis at hvørja ferð tú fleyg við Atlantic Airways úr Vágum fekk tú eitt súlustempul í tað persóliga súlukortið. Hetta skrivar Atlantic Airways á heimasíðuni í 14. august 2003. Tá var gjørligt at fáa eina ókepis ferð, um tú hevði savnað saman fimm súlur. Í juli 2005 broytti Atlantic Airways skipanina til at tað einans eru teir dýrastu »Full flex« ferðaseðlarnir, ið geva súlustempul. Og fyri at fáa eina fría ferð skal tú nú hava tíggju súlur og ikki fimm sum áður. Í samband við hetta verður ferðaseðlaskipanin hjá Atlantic eisini broytt. Tær súlur, sum ein hevði frá gomlu skipanini, kunnu flytast yvir til nýggju skipanina.
Nú í 2006 verður Súluskipanin aftur broytt. Atlantic er nú úti við lýsingum í bløðunum og á alnetinum um hetta, og soleiðis verður skrivað á heimasíðuni: »Nú verður Súluskipanin víðkað til at fevna um allar vanligar ferðaseðlar. Tað vil siga, at tú eisini kanst veiða súlur, um tú keypir semiflex ferðaseðlar. Ferðaseðlar til lesandi, sjómenn, ungdóm og pensjónistar eru eisini fevndir av súluskipanini. Lágprís ferðaseðlar, pakkaferðir, bólkaferðir og kampanjutilboð eru ikki fevnd av súluskipanini.«
 Vit hava umhugsað tað leingi at broyta súluskipanina aftur, sigur Magni Arge, stóri á Atlantic Airways. Tað hevur verið eftirspurt av nógvum av viðskiftafólkum okkara.
Hevur hetta nakað at gera við at tit fáa kapping?
 Tað kann verða, at hetta hevur ein ávísan kappingarfyrimun, sigur Magni.
Tit broyttu skipanina, tá Maersk gavst, og gera hana um nú FaroeJet byrjar at flúgva?
 Sum eg segði so hevur skipanin verið nógv eftirspurd av viðskiftafólkunum. Og Atlantic hevur alla tíðina havt dynamiskar prísir og tilboð, sigur Magni Arge.

Fakta
Súluskipanin
Súluskipanin er galdandi fyri
Full flex
Semi flex
Ungdóm
Lesandi
Senior
Sjómenn
Men ikki galdandi fyri
Economy
Bólkaferðir
Pakkatúrar
Kampanjur.
Broytingarnar eru komnar í gildi.