Broytingar eru gjørdar í viðtøkunum, so felagið er til reiðar at verða skrásett. Og umsetningurin fór í 2006 upp um hálva milliard Atlantic Airways pf. hevði aðalfund í dag. Nevndin, ið er mannað við Christian Andreasen formanni, Erling í Liða og Petur. J. Eirikssson var afturvald. Umframt hesi umboða Verna Rasmussen og Ingi Joensen starvsfólkini í nevndini.
Á aðalfundinum vóru nakrar tillagingar í viðtøkunum samtyktar. Hesar eru gjørdar til tess at búgva felagið til skráseting á partabrævamarknaðinum.
Virksemið í felagnum vaks nógv í 2006 og hevur ongantíð verið størri. Hetta sæst aftur í umsetninginum, sum fór uppum eina hálva milliard krónur. Umsetningurin vaks úr 379,5 milliónum upp í slakar 519 milliónur krónur. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 139,4 milliónur ella 36,7 %.
Nógv tann størsti parturin av vøkstrinum kom frá virkseminum uttanfyri Føroyar. Útflutningsvirði ? tað er umsetningur, sum stavar frá útlondum ella útlendskum keyparum - vaks úr 129 milliónum uppí 295 milliónur krónur og svarar tað til 57% av samlaðu inntøkunum.
Hóast virksemið øktist, so viknaði úrslitið kortini munandi í 2006. Úrslitið áðrenn skatt gjørdist 5.069.665 krónur. Tað er ein munandi lækking í mun til árið fyri.
Fleiri faktorar hava spælt inn í hesum sambandi. Kappingin við annað føroyskt felag, sum tók seg upp í mei mánaða, hevði við sær lækkandi meðalinntøku og lægri meðalnýtslu av setrum (loadfaktor). Men onnur viðurskiftir gjørdu seg eisini galdandi. Eitt nú sera høgir oljuprísir, minkandi regularitetur orsaka av veðri, serstakar útreiðslur í samband við at Faroe Jet stongdi og sorgarleikurin í Stord.
Leiðslan metir úrslitið í minna lagi í mun til virksemið, men fegnast kortini um, at talan er um yvirskot, tá havt verður í huga, hvussu nógvum mótgangi felagið var fyri í 2006. Nevnd og stjórn eru starvsfólkunum takksom, tí tey stóðu saman um felagið, tá harðast leikaði á.
Atlantic Airways hevur í dag eisini skriva endaligan sáttmála við Swiss um keyp av tveimum Avro RJ 85 flogførum. Hesi eru av nýggjari slagi enn tey, sum felagið upprunaliga hevði. Flogførini koma í flotan í heyst.