Oljuvinna
Hetta er fyrsta íløgan, sum føroyska felagið ger í írskum øki,m en í tíðindaskrivi leggur leiðslan í felagnum stóran dent á, at hetta verður mett sum ein spennandi íløga. Ikki minst, tí skattareglurnar í Írlandi er lagaligar innan offshore-økið.
- Okkara áskoðan er, at hendan íløgan er ógvuliga meinlík henni, sum vit gjørdu í 2003, tá vit keyptu part í Chestnut-, Etrick- og Perth-økjunum. Fundini her hóska væl í okkara portefølja av olju- og gassfeltum, og framleiðsla verður helst á onkrum av økjunum innan tvey til fimm ár, sigur Wilhelm Petersen, stjóri á Atlantic Petroleum.