Atlantic Petroleum í sera tungum sjógvi

– Vit royna at fáa til vega fígging ella eina loysn á Orlando útbyggingini, sum krevur nógvan pening, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Pettoleum í fráboðan í morgun.

 

Um felagið ikki kemur á mál við bjargingarroyndini, so er lítið sannlíkt, at felagið klárar sínar skyldur í 2016 og tí fer undir umsiting.

 

Tíðindaskrivið frá Atlantic Petroleum er soljóðandi:

 

 

Nettotap í 3. Ársfjórðingi 2015 var 112,6 milliónir krónur. Tøkur peningur var 34 milliónir krónur og eginognin var 314,6 milliónir.

 

                                                                                                  

30. November 2015

 

P/F Atlantic Petroleum leggur í dag fram úrlisitið fyri 3. Ársfjórðing 2015.

Ben Arabo, stjóri, segði:

 

“Lági oljuprísurin, seinasta árið hevur, eins á onnur oljufeløg, neiliga ávirkan á Atlantic Petroleum. Framleiðslukostnaðurin úti á oljuleiðunum, er hægri enn oljuprísurin og støðan er tí ikki haldbar. Vit royna enn at fá til vega fígging ella eina loysn á Orlando útbyggingini, sum krevur nógvan pening.  Úrslitið fyriliggur um dagar ella vikur, men er óvist. Tó verður mett at enn er møguleiki at koma á mál við fígging ella einari handilsligari loysn. Um so er, at ikki verður komið á mál, er lítið sannlíkt at felagið klárar sínar skyldur í 2016, og tí fer undir umsiting.”

·       Framleiðslan í 3. Ársfjórðingi var 125,000 føt (1. hálvár 2015: 240,200 føt) ella í miðal 1,359 føt um dagin (1. hálvár 2015: 1,327 føt). Hetta merkir, at felagið hevur framleitt í miðal 1,338 føt um dagin teir fyrstu 9 mánaðarnir av 2015.

·       EBITDAX í triðja ársfjórðingi var positivt við 26,1 milliónum krónum, og tað gjørdi, at felagið hevði eitt positivt EBITDAX uppá 5,5 milliónir krónur fyri teir fyrstu níggju mánaðarnir av 2015.

·       Bruttotapið fyri triðja ársfjórðing aftná av- og niðurskrivingar var 124,6 milliónir krónur og var 129 milliónir fyri teir fyrstu níggju mánaðarnir av árinum.

·       Umsetningurin í 3. ársfjórðingi var 47,6 milliónir. Hetta var ávirkað av at framleiðslan og oljuprísurin vóru lægri enn væntað. Nettotapið var 112,6 milliónir krónur. Tøkur peningur við endan av triðja ársfjórðingi var 34 milliónir krónur eginognin  var 314,6 milliónir krónur. Bankaskuld, undantikið norsku leitifíggingina, var 58,5 milliónir krónur.

·       Umsitingarkostnaðir eru lækkaðir og vóru 26,4 milliónir krónur fyri teir fyrstu 9 mánaðarnar av 2015 (38,6 milliónur fyri fyrstu 9 mánaðarnar av 2014).

·       Atlantic Petroleum niðurskrivaði 117,3 milliónur kronur fyri framleiðandi feltini í ársfjórðinginum, og 115,8 milliónir krónur í leitiniðurskrivingum íroknað eina niåurskrivign av Perth fundinum.