Atlantic Petroleum tvey nýggj leitiloyvi

Atlantic Petroleum hevur fingið tvey nýggj leitiloyvi í norskum øki. Annað er nærindis Mikkeløkinum, hitt í Vøringlægdini.

Atlantic Petroleum hevur fingið tvey nýggj leitiloyvi í norskum øki frá norska olju- og orkumálaráðnum. 

 

Atlantic Petroleum boða frá, at bæði loyvini eru í spennandi økjum, og brunnar í nærumhvørvinum hava víst seg at innihalda kolevni.

 

Annað loyvi, PL 796, liggur í Norðurhavinum, nærindis Mikkeløkinum. Her sigur Atlantic Petroleum, at í fyrsta umfari skulu teir fáa til vega seismisk dátu um økið, áðrenn ein avgerð verður tikin um, hvørt teir skulu bora brunnin ella lata hann liggja. Loyvið er treytað av, at ein møguligur brunnur verður boraður innan fýra ár. Hetta loyvi hevur Atlantic Petroleum saman við Statoil, ið eigur 40 prosent, meðan Atlantic Petroleum, Eon E&P Norge og OMV Norge AS eiga 20 prosent hvør.

 

Hitt loyvi, PL 802, liggur í Vøringlægdini í Norðurhavinum, beint eystan úr Asterix gassfundinum. Eisini her væntar felagið at taka eina avgerð, hvørt ein brunnur skal borast innan tvey ár. Loyvishavararnir eru Repsol, ið eigur 40 prosent og Atlantic Petroleum, Eon E&P Norge og OMV Norge AS, ið eiga 20 prosent hvør.