Kursmanipulatión
Rógvi Nybo
Ákæra: Fyrrverandi fíggjarligur redaktørur á blaðnum Penge & Privatøkonomi, Claus Forrai, er ákærdur fyri kursmanipulatión. Ákæran byggir á 13 førir av partabrævahandlum, sum sambært Bagmandspolitiet umfataðu manipulatión við kursunum á børsinum. Teirra millum er ein stórur handil við partabrøvum í Atlantic Petroleum
Kursmanipulatión er revsiverd sambært virðisbrævahandilslógini, óansæð um tú fær vinning upp á kursirnar ella ikki.
Bagmandspolitiet hevur skrásett handlar hjá Claus Forrai gjøgnum tey trý árini, ið ákæran umfatar. Og teir verða mettir til at geva treytaleysa fongsulsrevsing og at hald skal leggjast á 2,7 milliónir av óregluligum vinningi upp á handlarnar.
Sambært ákæruritinum var talan um keyp av partabrøvum í átta ymiskum fyritøkum, hareftir kursurin varð »tosaður upp« gjøgnum viðmæli í blaðnum Penge & Privatøkonomi. Hareftir vóru partabrøvini seld, í flestu førum við vinningi.
Claus Forrai sigur gjøgnum verja sín, at hann ikki uppfatar seg sum sekan í kursmanipulatión. Hann varð uppsagdur tá málið kom fram.
Soleiðis hendi tað
Sambært ákæruritinum, sum heimasíðan »Dine Penge« endurgevur burturúr, fóru nakrir av handlunum soleiðis fram:
• Fyrsta førið av kursmanipulatión var sambært Bagmandspolitiet eftir at Claus Forrai tann 27. november 2006 keypti virðisbrøv í Lastas til kurs 113,74. Tey vóru seld eftir eina grein við yvirskriftini »Lastas til lágprís« í Penge & Privatøkonomi nr. 1 2007 fyri kurs 169,69. Vinningurin til redaktørin var 431.740 krónur.
• Í næsta førinum var vinningurin nakað minni, 32.500 krónur, ið vórðu vunnar upp á partabrøv í Dalhoff Larsen & Hornemann, sum vóru keypt tann 16. februar 2007 til kurs 114,5. Tey vóru seld til kurs 116,57 eftir greinina »DHL klárir til vøkstur«, ið stóð í Penge & Privatøkonomi nr. 3 í 2007.
• Ein tann størsta vinningin fekk Claus Forrai upp á partabrøv í Atlantic Petroleum, sum hann keypti millum 2. og 18. mai 2007 til kurs 717,8. Tey vóru seld eftir at greinin »Óansaðu Atlantic Petroleum á Keypmannahavnar Virðisbrævabørsi kunnu fleirfaldast í virði«, ið stóð prentað í blað nr. 6 í 2007, til kurs 1130,66. Vinningurin var upp á 895.910 krónur.
Umframt hesar tríggjar handlar eru fleiri aðrir eisini nevndir, har sama mannagongd er nýtt.