Atlantic Radio: Eingin vil seta pening í

Eigararnir høvdu leygardagin boði nógvum fyritøkum til fundar við tí fyri eyga at fáa tey, sum áttu pening til góðar, at umleggja ágóðan til partapening, og at fáa aðrar fyritøkur at spýta meira pening í útvarpsfyritøkuna. Undirtøka var kortini eingin

Leygardagin vóru nógvar fyritøkur bodnar til fundar á Hotel Hafnia.

Vertir fyri fundin vóru menninir aftanfyri Atlantic Radio, við Lárusi Roberti Arasyni og Finn Jensen á odda.

Endamálið við fundinum var at fáa fyritøkurnar, sum eiga pening tilgóða hjá Atlantic Radio, at umleggja tað teir eiga tilgóðar til partapening og so eisini at fáa aðrar fyritøkur at seta meiri pening í.

Kortini tykist eingin vón vera fyri, at henda bjargingarætlan fer at eydnast, tí tey, sum tóku lut á fundinum leygardagin vóru ikki áhugað at sleppa krøvum sínum.


Eingin áhugi

Sosialurin hvur tosað við ein av kreditorunum, og hann sigur bart út, at tað var eingin áhugi millum kreditorarnar at geva Atlantic Radio ein kjans.

? Tað er møguligt at tað hevði borið til, at umskipað støðina og fíggjarligu viðurskiftini, men hasir persónarnir, sum hava staðið við ábyrgdini av støðini skulu halda seg langt vekk frá henni. Teir hava víst, at teir ikki hava ánilsi av hvat tað snýr seg um, og tað er ikki eitt menniskja, sum hevur álit á teimum longur, sigur keldan hjá Sosialinum, sum vil vera ónevnd..

Maðurin, sum Sosialurin hevur tosað við, greiðir frá, at støðan hjá Atlantic Radio er eitt stórt kaos.

Hann vísir á, at fyritøkan skyldar nógvum kreditorum nógvan pening, og alt í alt eru krøvini einar 700 túsund krónur.

? Men tá er eingin lániskuld tikin við, og tá sigur tað seg sjálvt, at tað er eingin, sum er áhugaður at spýta pening í, sigur hann.

Viðkomandi leggur afturat, at tað harumframt er óvist hvat annars er farið fram í smápartafelagnum, og tað ger, at tað er eingin, sum torir at nerta við felagið, líkamikið um núverandi leiðsla fer frá.


Best at lata tað fara

Hóast tað kostar nógvum fyritøkum nógvan pening, so heldur keldan sum Sosialurin hevur tosað við, at tað er óðamannaverk at fara at halda lív í felagnum sum tað er í dag.

? Tað tykir mær, sum eingin veit rættiliga hvat fer fram. Vit vóru biðin um at koma á fund tí vit antin áttu pengar tilgóðar ella tí vit kundu spýta enn meira pening í, men hóast tað so fingu vit t. d. ongan revideraðan roknskap at síggja, og tað haldi eg vera løgin mannagongd mótvegis møguligum samstarvsfeløgum.

Kortini var eingin beinleiðis niðurstøða gjørd á fundinum leygardagin. Fólk fóru til hús at hugsa um støðuna, og so hittust tey aftur sunnudagin í hølunum hjá Atlantic Radio.

? Men tá var niðurstøðan tann, at tað er betri at lata fyritøkuna fara á húsagang. So mugu vit lata tað fara, sum vit eiga tilgóðar, sigur keldan við Sosialinum.


Seinasta royndin

Hvussu leikur fer frameftir er tí ikki til at siga, men eftir tí, sum Sosialurin hevur skilt so var hetta seinasta royndin at bjarga sendiloyvinum, sum fyritøkan Atlantic Radio hevur.

Loftmiðlanevndin skuldi hava fund um málið fyrst í hesi vikuni, og sum landið liggur í løtuni er tað næstan givið, at støðin missir sendiloyvi.

Støðin hevur brotið fleiri, fyri ikki at siga nógvar, av ásetingunum í sendiloyvinum, og tað er tað, sum eftir øllum at døma nú fær avleiðingar.