Atlantic væntar nýggjan kappingarneyta

Stjórin í Atlantic Airways væntar, at onnur flogfeløg taka kappingina upp, um Faroejet gevst á Føroyaleiðini

Søgan fer møguliga at endurtaka seg. Maersk Air gavst. Og nú gevst Faroejet møguliga eisini á Føroyaleiðini. Men stjórin í Atlantic Airways væntar ikki, at felagið verður einsamalt um at røkja leiðina, um Faroejet takkar fyri seg.
 - Tað vísir seg altíð, at onkur annar ætlar at royna seg, tá ein er á leiðini, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
 
Kapping um kapasitet
Stjórin í Atlantic Airways vil ikki beinleiðis viðmerkja útsagnirnar frá nevndarformanninum í Faroejet, sum umhugsar at gevast á Føroyaleiðini.
 - Vit konsentrera okkum um okkara egna, sum er at veita eina góða og bíliga tænastu, sum hongur saman kommersielt, sigur Magni Arge.
Hann vísir aftur, at tað er Faroejet at takka, at prísirnir á ferðaseðlum er minkaðir. Hann vísir samstundis aftur, at Atlantic Airways gjørdi sær dælt av monopolstøðuni og hækkaði prísirnar, tá Maersk Air gavst á sinni.
 - Vit gjørdu okkum ongantíð dælt av støðuni. Hinvegin løgdu vit prísirnar um, sigur Magni Arge.
Sambært stjóranum í Atlantic Airways hevur kappingin ikki snúð seg um prís men um kapasitet og tænastur.
 - Tað er eitt mark fyri, hvussu langt niður, tú kanst trýsta prísin, sigur hann.