Atlantis fær hálva millión

Stuðulin hjá Klaksvíkar kommunu til mentanarhúsið í býnum veksur við fleiri hundrað túsund krónum næsta ár, men hann røkkur bert til rentur og avdráttir

 

Klaksvík: Pengaposin til mentanarhúsið Atlantis frá Klaksvíkar kommunu fer at vaksa við fleiri hundrað túsund krónum komandi ár.

Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2002, sum fekk fyrstu viðgerð í býráðnum týskvøldið, verður skotið upp, at stuðulin til Atlantis verður ein hálv millión krónur komandi ár.

Í hesum árinum fekk Atlantis 190.000 krónur í stuðli, og tí økist kekkurin frá Klaksvíkar kommunu við meira enn 300.000 krónum komandi ár.


Einki loypir av

Klaksvíkar kommuna er saman við Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Sjónleikarfelag við í ein loysn á fríggjarligu trupulleikunum hjá húsinum, og fyri at húsið ikki skal renna seg fast aftur, hevur Klaksvíkar kommuna gjørt av at økja stuðulin til húsið.

Stuðulin frá Klaksvíkar kommunu dekkar avdráttir og rentur hjá Atlantis, og tí má stýrið fyri Atlantis sjálvt finna pengar til virksemið í húsinum.

Men upphæddin frá Klaksvíkar kommunu ger, at húsið ikki aftur endar í ótolandi støðuni, sum Atlantis var í, tá so at siga einki virksemi var í húsinum.