Atlants Kolvetni við í nýggjum leitiloyvi

-Vit royna at keypa okkum inn í leitiloyvi við høgari góðsku skgur Wilhelm Petersen, stjór

Føroya oljufelagið Atlantic Petroleum, sum er virkið bæði í føroyskum, bretskum og írskum øki hevur gjørt av at keypa seg inn í enn eitt leitiloyvi á bretska landgrunninum. Talan er um loyvið P1228 við Endeavour Energy UK Limited sum fyristøðufelag. Loyvið varð latið í 22. útbjóðing í 2004 til Endeavour Reach Exploration (North Sea) Limited og fevnir um blokkarnar 30/23b. Ætlanin er at bora brunn í loyvinum. Í løtuni verður umsóknin at ”farma” inn í loyvið viðgjørt av bretsku orkumyndugleikunum, DTI. Tá endaliga loyvið er komið uppá pláss fer Endavour at eiga 45%, Svenska Petroleum Exploration AB 25%, Reach 15% og Atlantic Petroleum 15%.

 

Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum sigur í eini viðmerking, at endamálið við at keypa seg inn í hetta nýggja loyvið í Norðsjónum er partur av virknu royndunum hjá felagnum at vera við í leitiprojektum, sum mugu metast at hava høga góðsku og at kunna vera við í oljuframleiðslu á hesum leiðum. Hann sigur, at boringin í Balgownie leitiprospektinum er ein partur av samlaðu boriverkætlanini hjá felagnum, sum fevnir um sjey brunnar. –Vit síggja fram til at seta borin í og at arbeiða tætt saman við Endevour og hinum nýggjum partarunum sigur Wilhelm Petersen.