Atlantsflog fyrsta flogfar úr Kastrup

Føroyaflogfarið hjá Atlantsflog verður fyrsta flogfarið, sum lendir í Kastrup eftir at flogvøllurin letur uppaftur. Og flogfarið hjá Atlantsflog til Føroya verður fyrsta flogfarið, sum fer úr Kastrup.

Stongsulin av Kastrup Lufthavn orsakað av øskuni úr Eyjafjallajøkli hevur verið síðani hósdagin klokkan 18. Flogvøllurin letur uppaftur í nátt, og tá verður Atlantsflog fyrsta flogfelag, sum setir seg í Kastrup, og fyrsta flogfarið, sum fer á flog aftur úr Kastrup.

Eitt flogfar fer klokkan 02 í nátt og eitt annað klokkan 02:45. Bæði eru fullsett. Sum skilst bíða eini 500 fólk framvegis í Keypmannahavn at koma til Føroya.