- Atlantsflog hevur á ongan hátt spent bein fyri okkum

- Eg havi verið væl móttikin, bæði í flogførunum hjá Atlantic Airways, sum eg havi flogið nógv við í seinastuni - og á flogvøllinum í Vágum, nú vit hava skrivstovu har. Tænastan hevur verið góð, og eg kann ikki siga, at kappingarneytin á nakran hátt hevur "spent bein" fyri okkum, sigur Jóhan E. Simonsen, stjóri í FaroeJet

Flúgving

Sosialurin var við flogfarinum Sólju hjá FaroeJet á fyrstu almennu ferðini úr Vágum til Keypmannahavnar mánadagin. Saman við umboðum fyri aðrar fjølmiðlar, eitt nú Dimmalætting, Útvarpið, Vinnuvitan og Norðlýsið gistu vit á Hotel Hilton í Kastrup í eina nátt og komu heimaftur týsmorgunin.
Fyri at fáa eina løtu í Keypmannahavn mánadagin, avgjørdu vit at biðja stjóran í FaroeJet, Jóhan E. Simonsen, um felagsfund stutt eftir komuna á Hilton.

Møguligir leigutúrar
Jóhan dylur ikki fyri, at FaroeJet í framtíðini ætlar sær at hava meira enn tað eina flogfarið, og hann sær vakstrarmøguleikar uttanfyri landoddarnar.
- Enn hava vit ikki leigað flogfarið út, men vit arbeiða við ymiskum avtalum, og óhugsandi er ikki, at vit gera onkran leigutúr, áðrenn summarflúgvingin byrjar, 23. juni.
FaroeJet hevur fyribils eina fráferð úr Kastrup og eina úr Føroyum um dagin, og so leingi flogið verður bert eina ferð um dagin, eru stundir til onkran leigutúr.
- Tá ið summarflúgvingin byrjar, og vit fara at flúgva tvær ferðir um dagin millum londini, verða ikki stundir til leigutúrar, sigur hann.
Jóhan sigur, at felagið arbeiðir við sáttmálum í eitt nú Italiu og Fraklandi, men annars eru øll lond áhugavert her um okkara leiðir.
- Fóru vit ein leigutúr til Ialiu ella Fraklands, nú flogfarið stendur í Kastrup, hevði sama manning, sum flýgur millum Føroyar og Danmark, verið við á ferðini.
Hann sigur, at flogfarið hevur støð í Kastrup, men manningarskifti fer fram í Føroyum. Nakrar av flogternunum búgva í Danmark, men tær flestu av teimum tilsamans 15-16, sum eru í starvi hjá felagnum, búgva í Føroyum.
- Nú flogfarið stendur í Kastrup, eru flogternurnar framvegis til arbeiðis. Tær skulu vera stand by til í kvøld og skulu kunna tilkallast upp á stutta tíð, um tað verður neyðugt.
- Ein serlig skipan er galdandi fyri, hvussu nógvan svøvn manningin í minsta lagi skal hava um samdøgrið, sigur Jóhan.

Lítil umsiting
Á fundinum nam stjórin eisini við ferðaseðlaprísirnar og segði, at bíligastu prísirnir hjá teimum liggja 300 krónur undir prísunum á bíligastu ferðunum hjá Atlantic Airways.
- Okkara lægsti prísur er 1995 krónur í mun til 2295 krónur hjá kappingarneytanum, sigur hann.
Jóhan vísir á, at málið hjá FaroeJet er, at felagið verður rikið við so lítlari umsiting sum gjørligt fyri á tann hátt at kunna veita viðskiftafólki eina so góða og bíliga tænastu sum gjørligt.
- Vit vilja syrgja fyri, at flúgvingin gongur, sum hon skal, meðan vit lata onnur taka sær av ferðaseðlasøluni. Ferðaseðlar verða seldir um ferðaskrivstovur og á netinum. Okkara mál er, at sum mest skal koma viðskiftafólkunum til góðar.
Sum skilst, hevur FaroeJet enn ikki fingið nakra skipaða ferðaseðlasølu uttanfyri Føroyar, og tí er hugsandi, at lutfalsliga fleiri ferðafólk verða á rutuni niður til Danmarkar  enn heimaftur.
Hetta er so nakað, sum er við at koma upp á pláss hjá nýggja felagnum.

Leigutúrar er "fløti"
Vit spurdu eisini stjóran í FaroeJet, hvussu stóran marknaðarpart, felagið skal hava fyri, at raksturin skal hanga saman.
- Vit klára okkum við minni enn 30% av tí loftvegis flutningi, sum væntandi verður millum Føroyar og Danmark í ár.
Í góðum hýri sigur Jóhan, at verða øll setrini umborð á Sólju seld á hvørjari ferð, so er tað fínt!
- Fáir leigutúrar eru tiknir við í rakstarætlanina, og tí kunnu vit siga, at tað, sum væntandi kemur aftrat regluliga flutninginum millum Føroyar og Danmark, verður "fløtin" hjá okkum, sum hann tekur til.

Meira órógv...
Í flogfarinum hjá FaroeJet er eins og í fleiri øðrum flogførum eingin røð nummar 13, og hetta er ikki av tilvild, men av pátrúgv um, at 13 er eitt óeydnistal.
- Tað er nú einaferð soleiðis, at summi eru full í pátrúgv, men eg haldi, at slíkt skapar meira forvirring enn nakað annað.
Jóhan sigur, at tá ið flogfarið kom, var eingin røð nummar 13, og hetta hava teir einki gjørt við.
- Tað verður sum tað er, sigur hann.
Sólja, sum fyribils er leasað í fimm ár, er av sama slagi sum nýggjasta flogfarið í "flotanum" hjá Atlantic Airways.
- Alt leðurið er nýtt, og tað er teppið á dúrkinum eisini. Flogfarið varð málað seinasta leygardag.

Ikki so høgt
Jóhan sigur, at tað er ikki bara sum at siga tað at fara á flog við einum flogfari, sum skal flyta ferðafólk.
- Vit hava fingið einar 40 flytikassar við ymiskum dokumentatiónum, og tað krevur sítt at fáa øll tey formellu viðurskiftini upp á pláss upp á so stutta tíð.
Hann vísir á, at í løtuni kann Sólja ikki flúgva í teirri hædd, sum er mest økonomisk, og tí verður bensinnýtslan hesar fyrstu dagarnar nakað størri enn vanligt.
- Tað er soleiðis, at eitt serligt loyvi skal til fyri at flúgva uppi í 30.000 fóta hædd. Av øllum, sum vit skuldu fáa upp á pláss, áðrenn farið varð á flog, er hetta ikki avgreitt enn. Vit arbeiða nú við hesum, og hetta kemur væntandi upp á pláss ein av fyrstu døgunum. So, er tað eisini í lagi, sigur Jóhan.

Farmur prioriteraður
Á fundinum á Hotel Hilton tosaði stjórin eisini um, hvussu farmurin, sum Sólja flytir, verður skipaður.
- Vit taka farmin í stórum álvara. Talan er um trý sløg av farmi, 1) Farmur, sum kemur við, um pláss er, 2) Prioriteringsfarmur og 3) Super prioriteringsfarmur.
Jóhan sigur, at seinast nevndi skal við flogfarinum  líka mikið, um tað er fult frammanundan.
- Kemur slíkur farmur, bjóða vit heldur onkrum ferðandi at fara úr aftur flogfarinum við ókeypis uppihaldi á hotelli við lummapeningi til eitt nú tivoli, sigur hann.
Ferðafólk, sum keypa teir dýraru ferðaseðlarnar við FaroeJet, kunnu hava upp í 15 kilo hondviðføri við sær í flogfarið, men neyðugt er sjálvsagt, at viðførið tá gongur inn í skápini ella undir setrini.
- Hetta gera vit sum eina tænastu til tey, ið vilja sleppa undan at bíða eftir, at viðførið kemur inn úr flogfarinum og á bondini, sigur hann.

Veksandi sóljuteigur
Jóhan fekk eisini spurningin, hvussu FaroeJet fer at síggja út um fimm ár.
- Ja, tað er sjálvsagt ilt at siga í dag, men tá hava vit í øllum førum meira enn eitt flogfar. Vit fara at hyggja at øllum møguleikum, sum kunnu geva pening, og vit eru eisini við kappingini um at sleppa at flúgva oljufólk.
Stjórin sigur, at tá ið Maersk Air gavst við flúgvingini millum Føroyar og Danmark, beyðst ein møguleiki at skapa eina "forrætning", sum hann tekur til.
- Vit hildu, at nú var tíðin hin rætta at seta á stovn eitt nýtt flogfelag. Tíðirnar eru góðar, og fólk ferðast meira og meira. Við størri útboði og størri kapping á økinum, ivist eg onga løtu í, at fólk fara at ferðast uppaftur meira, enn tey gera í dag.

Væl móttikin
Á fundinum spurdu vit eisini Jóhan, hvussu hann hevur verið móttikin á flogvøllinum í Vágum og umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways, nú arbeitt hevur verið at leggja lunnar undir nýtt flogfelag.
- Jú, eg havi verið væl móttikin, bæði í flogførunum hjá AA, sum eg havi flogið nógv við í seinastuni - og á flogvøllinum, nú vit hava skrivstovu har. Eg havi fingið eina góða tænastu, og eg kann ikki siga, at kappingarneytin á nakran hátt hevur "spent bein" fyri okkum, sigur Jóhan E. Simonsen, stjóri í FaroeJet at enda.