undir sáttmála við Braathens-Malmø Aviation, um at leiga eitt flogfar í tveimum umførum.
Leigaða flogfarið er av sama slagi, sum tað, ið felagið longu hevur frammanundan, og er meiningin í fyrsta umfari at seta tað inn í flúgvingina, meðan flogfarið hjá Atlantsflogi er til eftirlit í Onglandi, har tað eisini skal málast. Í øðrum umfari av leigusáttmálanum skal leigaða flogfarið røkja summarflúgvingina saman við flogfarinum hjá Atlantsflogi.
Byrjaðu í 1998
Fyrstu ferð roynt varð at flúgva við tveimum flogførum, var á sumri í 1998, og hepnaðist hetta sera væl. Tískil hevur flogfelagið avgjørt at taka táttin upp aftur í 1999.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at í 1998 vaks samlaða ferðafólkatalið í rundum tølum úr 66.000 upp í 75.000, og er hetta tað sama sum ein vøkstur á 15 %. Hann sigur, at meginparturin av hesum vøkstri stavar frá summarflúgvingini, tá tvey flogfør vóru í rutu.
Víðka um flúgvingina
Summarflúgvingin hjá føroyska flogfelagnum verður víðkað nakað í ár. Ætlanin er nevniliga at seta hol á flúgvingina til Noregs við einum túri um vikuna á hásumri. Hesin túrurin verður flogin til Stavanger.
Harumframt skal flogfelagið flúgva tvær reisur til Íslands og Grønlands í mun til ein túr um vikuna í fjør.