Í kvøld klokkan 19 verður stórdystur í Sarpugerði, tá ið meistararnir í Víkingi fáa vitjan av oddaliðnum KÍ. Hetta er síðsta royndin hjá báðum feløgunum, áðrenn tey í næstu viku fara at spæla í Europa. Fyrsta uppgerðin millum grannarnar í ár var 12. apríl í Klaksvík. Tá vann KÍ 2-0. Páll A. Klettskarð skoraði í 28. minutti, og spenningurin helt sær, til tað restaðu átta minuttir. Tá staðfesti Patrik Johannesen heimasigurin.
Hjá KÍ er Hallur Hansson tøkur aftur eftir leikbann, og Jonn Johannesen er skaddur. Mads Bo Mikkelsen og Dávid B. Andreasen hava smásnuddir at dragast við.
Hjá Víkingi er Bergur Gregersen framvegis ikki tøkur, eftir at hann 3. apríl breyt beinið í Gundadali.
Tá ið Víkingur í gjárkvøldið í næstbestu deildini vann 4-0 í Sarpugerði ímóti 07 Vestur, vóru Rani Hansen og Bjørn Bjarkhamar, sum annars eru fastir menn á næstbesta liðnum og eykamenn í bestu deildini, ikki tøkir, og Martin Klein Joensen var heldur ikki tøkur. Eingin teirra verður á listanum í kvøld, tí Rani og Bjørn eru darvaðir av vøddaskaða, og Martin er sjúkur.
Í gjárkvøldið vóru tað ungir víkingar, sum skoraðu málini. Onkrir teirra hava fyrr í ár verið lítlar løtur á besta liðnum, og ivaleyst fer tað so við og við at verða meiri at síggja til teir í fremstu røð. Tað er politikkurin hjá Jóhan Petur Poulsen og hinum í Sarpugerði.
Einasta málið í fyrra hálvleiki skoraði Fríði Gertsson Jarnskor í 9. minutti. Hetta var fyrstu ferð í ár, at 17 ára gamli Fríði var málskjútti í 1. deild.
Átta minuttir eftir steðgin økti Arnór Brandsson um munin til 2-0. Hetta var fjórða málið hjá Arnóri í næstbestu deildini í ár. Uppleggið átti Bogi á Reynatrøð, og hann átti eisini uppleggið, tá ið Jákup Martin Jarnskor í 72. minutti økti um munin til 3-0. Jákup Martin hevur nú skorað fimm mál í næstbestu deildini í ár.
Bogi á Reynatrøð staðfesti 4-0 sigurin í 79. minutti. Hetta var fyrsta málið í næstbestu deildini hjá 17 ára gamla leirvíkinginum, sum í gjár varð kosin at vera dagsins maður.
Víkingur er á fimta plássi við 22 stigum. Útsetti dysturin ímóti B71 er settur at vera 20. august. Hann varð útsettur, tí tað leygardagin var so nógvur vindur á Sandi.
07 Vestur, sum leygardagin vann 1-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, er niðast við sjey stigum.