Atlantsflog linnar um fíggjarligar timburmenn hjá leiðslu felagsins

Arni Vatnhamar,Váðaráðgevi og Cand.jur, HD(R)

------------

 

Tann 20. juni í ár seldi leiðslan í Atlantsflog helmingin av partabrøvum sínum í felagnum til Atlantsflog. Hetta hendi eftir, at tað við viðtøkubroytingum í apríl mánað var vorðið møguligt. Atlantsflog keypti hesi partabrøv frá leiðsluni fyri 10 % yvir marknaðarkursin. Nakrar dagar seinni segði landstýriskvinnan í Vinnumálum í fjølmiðlunum, at hon onki kendi til hesa sølu fyrr enn hon longu var farin fram. Undirritaði kundi ikki lata verða við at gera eina viðmerking til hesa sølu, og setti stórt spurnarteking við ta signal, sum leiðslan og nevndin í Atlantsflog sendu við hesi framferð.

 

Týsdagin 8. juli legði landstýriskvinnan lok á hetta mál og valdi at friða nevnd og leiðslu felagsins fyri hesa framferð. Hetta er eftir mínum tykki sera óheppið, og kann ikki standa uttan enn eina viðmerking.

 

Ikki vænti eg, at nógv verður broytt við hesa avgerð, líka sum hendingin longu nú so smátt kann sigast at verða farin fram við borðinum. Spyrji eg t.d. fólk, sum eg kenni um hetta mál, yppa tey øksl og spyrja smílandi, um eg hevði væntað annað? Eg loyvi mær tó hesa viðmerking, tí hetta mál er eitt klokkulárt skúla-dømi um hvussu IKKI má farast fram, um nevnd og leiðsla ynskja bestu kor fyri felagsins skrásettu partabrøv.

 

Landsstýriskvinnan boðaði í Degi og Viku frá, at hon, eftir at málið nú er kannað út í æsir, og hóast staðfestast kundi, at handilin var óheppin, so vil framferðin ikki fáa avleiðingar fyri hvørki nevnd ella leiðslu felagsins.

 

Grundgevingin hjá landsstýriskvinnuni fyri hesi avgerð er: “At nevndin var í eini støðu, sum gjørdi, at hon metti, at hetta var tað besta at gera undir teimum givnu umstøðunum fyri at hjálpa felagnum fyri at tryggja best møguligt virðini hjá felagnum”.

 

Hóast grundgevingin hjá landsstýriskvinnuni ikki er serliga greinandi, men heldur óklár, so tulki eg landsstýriskvinnuna soleiðis, at framferðin hjá nevndini fær ongar avleiðingar av teirri orsøk, at virðið felagsins var best tryggja, við at nevndin keypti helmingin av partabrøvunum hjá leiðsluni fyri yvirkurs, soleiðis at leiðslan slapp undan fíggjarligum timburmonnum í samband við íløguna í Atlantsflog fyri læntan pening.

 

Hvussu hetta hongur saman havi eg torført við at skilja. Tá hugsað verður um tær avbjóðingar, sum Atlantsflog hevur fyri framman við hækkandi orkuprísum og øktum atfinningum ímóti flogførum av slagnum BAe 146, áttið tað at hava staðið nevndini og leiðsluni í Atlantsflog klárt, at søla av einum so stórum parti av partabrøvum leiðslunar, vildi føra slíkan óróð við sær millum íleggjarar, at sannlíkindini fyri einum kursfalli vildu vorðið munandi økt. Hetta óansæð, um sølan fór fram á virðisbrævamarknaðinum ella við eini avtalu við ein íleggjara uttan um virðisbrævamarknaðin. Men hví nevndin helt, at virðið felagsins best vórðu tryggja við at lata Atlantsflog gjalda yvirkurs fyri eitt frammanundan væntað kursfall, havi eg sera torført við at skilja.

 

Hvat landsstýriskvinnan tískil meinar er alt annað enn klárt, og landsstýriskvinnan kundi kanska kasta ljós yvir hetta við at almannakunngera úrslitini frá kanningini, sum umsiting hennara hevur gjørt í samband við málið. Hetta kundi kanska eisini verið við til at endurreisa nakað av tí álitinum, sum marknaðurin hevur mist til Atlantsflog partabrævið.

 

Samstundis metir landsstýriskvinnan, at hon má vera meira enn vanliga varin við at blanda seg politiskt í eitt skrásett partafelag, fyri ikki at gera nakað, sum ger støðuna enn verri í mun til, hvussu marknaðurin longu hevur reagerað uppá framferð nevnd og leiðslu felagsins.

 

Hvat liggur aftan fyri hesa metan skal eg lata verða við at gita um (hetta framgongur kanska av kanningini hjá landsstýriskvinnuni), men spurningurin er, um ikki marknaðurin hevði tikið jaliga ímóti eini meira hondfastari innblanding frá partaeigaranum við fullum kontrol yvir felagnum. Sum viðurskiftini eru eftir avgerðina, so hevur landsstýriskvinnan við hesi blanku frífinning av nevndini og leiðsluni í Atlantsflog blástemplað, at persónlig fíggjarlig viðurskifti hjá leiðslu felagsins verða blandað saman við fíggjarligu viðurskiftini í felagnum (leiðslan fekk enntá eitt herðaklapp fyri at gera slíkt við, at felagið gav 10 % yvirprís fyri partabrøvini).

 

Hetta skapar ikki tryggleika fyri núverandi og møguligar íleggjarar, og kann tískil ikki sigast at styrkja um virðið felagsins!

 

Tað eru fleiri og góðar orsøkir til, at eitt felag ynskir at eiga egin partabrøv. Ein av hesum er, at felagið hervið lættir um møguleikan at gera bonusskipanir fyri leiðslu felagsins, fyri soleiðis at tryggja, at leiðslan ger sítt ítasta fyri at økja um kursvirðið í felagnum. Ikki er óvanligt, at ein leiðsla fær bjóðað at keypa av partabrøvum felagsins til ein frammanundan avtalaðan kurs. Um leiðslan ger eitt gott avrik, soleiðis at marknaðarkursurin hækkar upp um tann avtalaða kursin, kann leiðslan lønast fyri góða avrikið við muninum millum marknaðarkursin og avtalaða kursin.

 

Áhugavert verður nú at síggja, hvat nevndin í Atlantsflog fer at brúka tey júst keyptu partabrøvini til. Serliga áhugavert verður at síggja, um leiðslan verður boðin tílíkar bonusskipanir, og soleiðis fær bonus tvær ferðir fyri somu partabrøv, ella um nevndin ætlar at halda fast í partabrøvunum inntil kursurin hækkar so mikið, at partabrøvini aftur kunnu seljast við yvirskoti. Tá hugsað verður um framtíðarútlitini hjá flogferðsluni sum heild, er ivasamt um nevndin við sølu av partabrøvunum kann heinta tað mista kursvirðið uppá 29 %, sum í minsta lagi (fíggjarkostnaðirnir ikki íroknaðir) krevst fyri, at handilin vil geva yvirskot fyri Atlantsflog í bræði.